Liðið hjá Jóan Símuni er níggju stig frá oddinum

Shkupi hevur leikt fýra dystir javnar í 10 teimum fyrstu umførunum

Farna kappingarár vóru Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi leingi við í meistarastríðnum í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Higartil hetta kappingarárið aftaná 10 umfør hevur Shkupi ikki víst taktirnar, at teir ætla at vera við í meistarastríðnum.

 

Jóan Símun og liðfelagarnir í Shkupi leiktu í dag á útivølli javnleik 0-0 móti Pellister. Talan er um fjórða javnleikin hjá Shkupi í 10 teimum fyrstu umførunum hetta kappingarárið.

 

Shkupi er nummar seks í deildini við 13 stigum. Shkupi hevur níggju stig upp til oddaliðið, Rabotnicki sum hevur 22 stig á fremsta plássinum.

 

Komandi mikudag klokkan 13 spælir Shkupi áttandapartsfinalu í norðurmakedonsku steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti Sileks.