Liðið hjá Maritu vann stórsigur

Verri gekk hjá liðnum hjá Mariu P. Nólsoy

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Eitt í ovara endaspælinum, og tvey í niðara endaspælinum.

 

Í bólki 2 í ovara endaspælinum taptu Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens greitt 22-32 í dysti á útivølli móti Ikast, ið var á odda 15-12 í steðginum. Maria var noterað fyri eitt mál og tvey upplegg til mál (assist).

 

Horsens er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná tveir dystir. Ikast hevur fimm stig og Odense hevur fýra stig. Liðið hjá Janu Mittún, Viborg hevur eins og Horsens einki stig. 

 

Í niðara endaspælinum vunnu Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ stórsigur 36-25 (18-11) á EH Aalborg. Marita skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum slapp nærum ikki upp í part, tá lið hennara, Ringkøbing á útivølli vann 32-27 (17-13) á Silkeborg-Voel.

 

Ringkøbing er fremst við fimm stigum, og HØJ er nummar tvey við fýra stigum. Silkeborg-Voel hevur fýra stig, og EH Aalborg hevur eitt stig. Liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg er aftast við ongum stigi.