Liðið hjá Mikkjali er nú einsamalt oddalið

AIK Stockholm vann í dag dyst á útivølli

 

 

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm spældi í dag dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

 

Á Visma Arena leikvøllinum í Växsjö tók heimaliðið, Öster móti AIK.

 

80 minuttir vóru farnir av dystinum, tá kosovanski miðvallarin, Bersant Celina legði AIK á odda 1-0. AIK megnaði at halda tætt tað sum eftir var av dystinum.

 

AIK Stockholm er nú einsamalt oddalið í deildini við 10 stigum fyri fýra dystir. Hammarby er teimum á baki við níggju stigum, og so koma Mjällby og verandi meistararnir, Malmö FF við átta stigum í part. Ein frálík byrjan upp á kappingarárið hjá Mikkjali og hansara monnum. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 er aftur útidystur á skránni hjá AIK. Tá spælir liðið hjá Mikkjali dyst móti Värnamo.