Liðið hjá Pernille vann seg víðari í steypakappingini

Storhamar hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

Mikukvøldið spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar áttandapartsfinalu í norsku steypakappingini. 

 

Á útivølli eydnaðist tað Storhamar at vinna 30-23 á Åsane. Í steðginum var Storhamar á odda 15-12. Pernille og liðfelagarnir hava sostatt vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Pernille sum var sera effektiv í tíðini í Keypmannahavn er enn eitt sindur leitandi í nýggja felagnum. Hesaferð skoraði Pernille eitt mál upp á fýra málroyndir. Hon vann tó liðnum tvey brotskøst.

 

Sunnudagin klokkan 15 hevur Storhamar ein sera torføran dyst í bólki A í Champions League. Storhamar skal á útivølli royna seg móti danska toppliðnum, Esbjerg.