Á útivølli í Norðurmakedonia eydnaðist tað hóskvøldið Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG at vinna fyrstu stigini í bólki B í Champions League í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi GOG við at vinna 31-28 á Eurofarm Pellister. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Óli gjørdi sítt, og hann skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. Óli trekti nógvar útvísingar, og hann var eisini við í uppspælinum til fleiri mál hjá GOG.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum. Í brotinum síggjast fleiri støður, har Óli er við í uppspælinum til mál hjá GOG:
##med2##