Liðið hjá Sasja er í tungum sjógvi

Lugi tapti aftur í dag

Tað gongur illa í hond hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfeløgunum í Lugi í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag tapti Lugi greitt á útivølli 28-35 fyri Tumba. Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá Lugi, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni, og hevur Lugi í sjey teimum seinastu dystunum fimm tap og bert tveir javnleikir.

 

Lugi er fýra stig omanfyri næstaftasta liðið í deildini.

 

Støðan:

 

##med2##