Liðini hjá Janu Mittún og Maritu Mortensen leiktu javnt

HØJ er trý stig frá einum endaspælsplássi

Mynd: Ritzau Scanpix

Liðini hjá Janu Mittún og Maritu Mortensen, Viborg og HØJ leiktu bæði javnt í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Jana og liðfelagarnir í Viborg leiktu javnt 34-34 í útidystinum móti Ikast. Viborg var á odda 34-32 tá fýra og ein hálvur minuttur vóru eftir á klokkuni, men tær megnaðu ikki at skjóta mál seinastu løtuna. 

 

Jana skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og legði eisini upp til trý mál (assist). Harumframt vann hon liðnum tvey brotskøst. 

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 29 stigum.

 

Maritu og liðfelagarnir í HØJ leiktu javnt 25-25 í heimadystinum ímóti Silkeborg-Voel. HØJ var á odda 12-11 í steðginum. Marita skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.

 

HØJ er nummar 11 í deildini við 13 stigum. Tær eru trý stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið. Liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens er á áttanda plássinum við 16 stigum. 

 

Í morgin klokkan 13 tekur liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg móti Horsens á heimavølli. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix