Fleiri settu koyrikortið í vanda í ferðsluni í gjár

Fleri bilførarar fingu klipp í koyrikortið – og ein treytaða frádøming av koyrikortinum

Í Sandoyartunlinum var ein tikin fyri at koyra 114 km um tíma, sum kostaði honum eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót. (tilgjørd mynd)

Løgreglan var í gjár úti og kannaði ferðsluna ymsastaðni, eitt nú í Sandoyartunlinum, í Norðastahorni og í Hoyvík.

Í Sandoyartunlinum var ein tikin fyri at koyra 114 km um tíma, sum kostaði honum eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót.

Ein bilur koyrdi út fyri treytaleysa víkiskyldu. Har hendi kortini einki óhapp, men vandi var fyri tí. Hann fekk bót og klipp í koyrikortið.

Á Velbastaðvegnum við Norðastahorn vórðu tveir bilførar tiknir fyri at koyra ávikavist 83 og 85 km um tíman. Vaktleiðarin sigur, at teir fingu bót og klipp í koyrikortið fyri tað.

Í Hoyvík var ein bilførari tikin fyri at koyra 55 í einu sonu, har hámarksferðin er 30 km um tíman. Tað kostaði honum treytaða frádøming av koyrikortinum umframt bót. Og ein bilførari fekk klipp í koyrikortið og bót fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi.

 

Í Sandoyartunlinum var ein tikin fyri at koyra 114 km um tíma, sum kostaði honum eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót. (tilgjørd mynd)