Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu

GOG og Skanderborg-Aarhus eru í harðari kapprenning um annað plássið

Liðin hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen, GOG og Skanderborg-Aarhus vunnu bæði sínar dystir í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

GOG vann í kvøld á heimavølli í Svendborg Arena 36-32 á Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var GOG á odda 20-17.

 

Óli skoraði trý mál og legði upp til seks mál (assist). Hann vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Fríggjakvøldið vann Skanderborg-Aarhus á útivølli 31-25 (13-11) á Sønderjyske. Jóhan skoraði fýra mál.

 

Skanderborg-Aarhus er næstfremst í deildini við 30 stigum. GOG er triðfremst við 29 stigum. Aalborg er við 42 stigum fyri 21 dystir langt fremst í deildini.