Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad vunnu fyrsta kappingardystin í 2026.
Í dysti á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann Aarhus Fremad fyrr í dag 4-1 á Middelfart.
Magnus Kirchheiner legði Aarhus á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki øktu Kasper Nygaard Andersen og Lucas Riisgaard til 2-0 og 3-0 áðrenn Middelfart svaraði aftur. Aarhus Fremad fekk tó seinasta orðið, tá Martin hegnisliga fann Lucas Riisgaard í brotsteiginum. Lucas Riisgaard tók av og staðfesti sigurin.
Aarhus Fremad er nummar átta í deildini við 23 stigum.
Fyrr í dag taptu Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens 1-2 fyri Esbjerg á útivølli. Horsens var á odda 1-0 í steðginum. Adrian fekk 65 minuttir á vøllinum.
Horsens er nummar fimm í deildini við 29 stigum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli móti gamla stórliðnum, AaB í Aalborg.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-Middelfart 4-1 (1-0):
##med2##











