Tey ymisku landsliðini eru í holt við seinastu fyrireikingarnar til EM-endaspælið í manshondbólti, sum fer av bakkastokki um eina viku. Vertur fyri kappingini er Pólland, har tað ikki er loyvt hjá samkyndum at giftast.
Tað ætlar liðskiparin á svenska landsliðnum, Tobias Karlsson, at gera nakað við. Hann ætlar nevniliga at vísa sína misnøgd við lógina við at spæla við einum liðskiparabandi, ið hevur eyðkendu litirnar hjá teimum samkyndu, nevniliga ælabogalitirnar.
- Hetta er ikki eitt mótmæli ímóti nøkrum, men einans ein fráboðan um viðurkenning og at øll fólk eru eins nógv verd, sigur Tobias Karlsson við svenska Aftonbladet, nú hann hevur lagt sær ætlanir, ið væl kunnu elva til eitt klandursevni.
Til skí-HM í Moskva fyri tveimum árum síðani hevði Emma Green litað neglir sínar við ælabogalitunum, og tað vakti stóran ans í Russlandi, har samkynd eiheldur hava loyvi at vera í skrásettum parlagi.
Tobias Karlsson sigur, at hann hevur biðið svenska hondbóltssambandið kanna um tað er lógligt at hava eitt slíkt liðskiparaband, og um tað í ringasta føri kann merkja, at svenska landsliðið verður dømt at missa stig.
- Men eg ætli mær at bera tað til onkur steðgar mær, leggur Tobias Karlsson afturat.