B36 hevur enn einaferð staðfest sína støðu, við at vinna trupla útidystin móti KÍ 3-1. Tað var KÍ, ið annars byrjaði dystin betri, tí teir komu á odda longu aftaná 2 minuttum. Málskjútti hjá teimum var brasiliumaðurin Rodrigo Silva.
Tað eydnaðist tó B36 at koma innaftur í dystin. Við tveimum málum frá Adeshina Lawal og einum frá liðskiparanum Jákup á Borg, eydnaðist tað B36 at vinna dystin 1-3.
Á Toftum vann HB ein sannførandi 0-4 sigur móti B68. Hóast dysturin frammanundan kundi tykjast sum ein trupul uppgáva fyri HB, so var eingin slingur í valsinum. HB spældi sannførandi gjøgnum allan dystin. Andrew av Fløtum fekk tvey mál fyri HB, meðan brøðurnir Christian og Kristin Mouritsen fingu hvør sítt.
Við Margáir fekk EB/Streymur ein hart tiltrongdan sigur. Og teir vunnu eisini sannførandi móti AB. Endaliga úrslitið gjørdist 5-0 til EB/Streym. Stóri málslúkurin á EB/Streyma liðnum, Arnbjørn Hansen, fekk heili 3 av málunum. Hini bæði málini skeyt EB/Streyma liðskiparin Hans Pauli Samuelsen.
Skála var nær við at fáa sín fyrsta sigur í ár, men móti endanum av dystinum, eydnaðist tað ÍF at javna, tá Bartal Eliasen fekk skotið mál fyri ÍF.
ÍF var annars greitt omaná í fyrra hálvleiki. Men móti endanum av fyrra hálvleiki og nærum allan seinna hálvleik á tamb, var tað heimaliðið, ið setti dagsskránna. ÍF venjarin valdi tó at satsa móti endanum, við at flyta Bartal Eliasen fram í álopið og sigast má, at tað eydnaðist væl.
Kristoffur Jakobsen og Bartal Eliasen fingu málini fyri ÍF, meðan Ólavur Mikkelsen og Jákup Johansen skutu málini fyri heimaliðið.
KÍ-B36
LIÐUGT 1-3 til B36, 90 minuttir : B36 hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingina. Aftaná tey fyrstu 8 umførini hevur B36 enn ongan dyst tapt. Í dag vann B36 trupla útidystin í Klaksvík 3-1.
MÁÁL 3-1 til B36, Adeshina Lawal, 89 minuttir : B36 hevur lagt seg á odda 3-1 í Klaksvík. Hóast KÍ hevur trýst nógv seinastu løtuna, hevur B36 lagt seg á odda 3-1 við framúr góðum skjótálopi.
63 minuttir : KÍ hevur nú gjørt tvær skiftingar. Rodrigo Silva og Henry Heinesen eru farnir út. Inn ístaðin eru komnir Heðin á Lakjuni og Álvur Christiansen.
45 minutir Hálvleikur : Tað er hálvleikur í Klaksvík í løtuni. B36 er á odda 2-1, hóast KÍ legði seg framum 1-0 longu aftaná 2 minuttir av dystinum.
MÁÁL 2-1 til B36, Jákup á Borg, 43 minuttir : Nú er B36 á odda 2-1. Tað er liðskiparin Jákup á Borg, ið hevur lagt B36 á odda við brotssparki, ið B36 fekk, tá Róaldur Jakobsen bleiv feldur í KÍ brotssteiginum.
MÁÁL 1-1 Adeshina Lawal, 28 minuttir : Nú er javnvág í dystinum í Klaksvík. Málið kemur eftir eina deyðbóltsstøðu, har B36 klárar at varðveita trýstið. Álopið endar við at Adeshina Lawal slapp at standa í so mikið góðari støðu, at hann fekk javna.
MÁÁL 1-0 til KÍ, Rodrigo Silva, 3 minuttir : Teir leggja bragdliga fyri í Klaksvík. Tað er KÍ, ið hevur fingið eina dreymabyrjan uppá dystin, tá Rodrigo Silva slapp at høvda bóltin í netið.
2 minuttir : B36 mundi fingið eina dreymabyrjan, tá teir fingu ein stóran møguleika. Men Meinhardt Joensen vardi fyri.
KÍ: Meinhardt Joensen, Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Tórur Justesen, Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Páll Klettskarð, Rodrigo Silva.
B36: Tórður Thomsen, Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Rasmus Dan Sørensen, Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal.
B68-HB
LIÐUGT, 0-4 til HB, 90 minuttir : Dysturin á Toftum er liðugur. Tað endaði við einum sannførandi 0-4 sigri til útiliðið HB, ið veruliga sær út til at vera komið í gongd.
MÁÁL 4-0 til HB, Christian Mouritsen, 55 minuttir : HB spælir framúr væl á Svangaskarði í dag. Við góðum uppspæli hevur Christian Mouritsen lagt HB á odda 4-0.
45 minuttir Hálvleikur : Tað er HB, ið stýrir øllum á Svangaskarði í dag. Í tráð við leikgongdina er HB á odda 3-0 á Svangaskarði.
MÁÁL 3-0 til HB, Kristin Mouritsen, 33 minuttir : Tað koyrir væl hjá HB í dag. Kristin Mouritsen hevur nú lagt HB á odda 3-0, eftir gott upplegg frá René Joensen.
MÁÁL 2-0 til HB, Andrew av Fløtum, 25 minuttir : Nú er støðan 2-0 til HB. Tað er sama uppskrift sum til fyrsta málið. Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen spældu seg væl ígjøgnum, áðrenn Fróði Benjaminsen legði bóltin fyri føturnar á Andrew av Fløtum.
MÁÁL 1-0 til HB, Andrew av Fløtum, 15 minuttir : Andrew av Fløtum hevur skotið eina perlu av einum málið á Toftum, tá hann við góðum uppleggi frá Fróða Benjaminsen smekkaði bóltin í málhornið.
B68: Kristian Joensen, Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen, Emil Ronaldsson, Janus Mortensen, Evrard Blé, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Óli Højgaard Olsen.
HB: Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Christian Mouritsen, René Joensen, Kristin Mouritsen, Andrew av Fløtum.
Skála-ÍF
LIÐUGT, 2-2, 90 minuttir : Tað eydnaðist Skála at binda um heilan fingur. Hóast heimaliðið leingi sá út til at fáa sín fyrsta sigur, eydnaðist tað ÍF at javna móti endanum av dystinum. Skála er saman við AB, framvegis undir niðurflytingarstrikuni.
MÁÁL 2-2, Bartal Eliasen, 88 minuttir : Nú hevur ÍF javna á Skála. Tað er veteranurin Bartal Eliasen, ið hevur javna fyri ÍF.
82 minuttir : Skála sær út til at fáa sín fyrsta sigur í ár. Men nú spennir ÍF álopsbogan, við at flyta Bartal Eliasen úr verjuni, fram í álopið.
65 minuttir : Skála er greitt omaná í seinna hálvleiki. Teir síggja út til at vera meira ágrýtnir enn ÍF'arnir. ÍF hevur tó havt ein stóran møguleika í seinna hálvleiki, tá Clayton Soares rakti samankomingina.
MÁÁL 2-1 til Skála, Jákup Johansen, 52 minuttir : Nú er Skála á odda 2-1 móti ÍF. Tað er fyrrverandi ÍF leikarin Jákup Johansen, ið hevur lagt Skála á odda 2-1.
50 minuttir : Teir eru byrjaðir aftur á Skála. Skála er komið munandi betur út til seinna hálvleik, enn til fyrra hálvleik.
45 minuttir Hálvleikur : Tað er javnleikur. Hóast ÍF byrjaði dystin væl betri, hevur tað eydnast Skála at javna stutt áðrenn hálvleik. Skála er annars komið betri við í dystin síðsta partin av fyrra hálvleiki.
MÁÁL 1-1, Ólavur Mikkelsen, 43 minuttir : Tað er Skála sum hevur javna móti ÍF. Ólavur Mikkelsen gjørdist málskjútti hjá Skála.
MÁÁL 1-0 til ÍF, Kristoffur Jakobsen, 8 minuttir : Tað er ÍF, ið hevur fingið eina betri byrjan uppá dystin á Skála. Nýggi ÍF leikarin Kristoffur Jakobsen hevur lagt ÍF á odda 1-0.
Skála: Mark Ryutin, Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen, Andras Fredriksberg, Ólavur Mikkelsen, Holgar Durhuus, Jákup Johansen, Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen
ÍF: Jákup Mikkelsen, Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Ari Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares.
EB/Streymur-AB
LIÐUGT, 5-0 til EB/Streym, 90 minuttir : Dysturin við Margáir er liðugur. EB/Streymur smurdi AB av við einum 5-0 sigri. AB er við ósigrinum framvegis undir strikuni.
MÁÁL 5-0, Arnbjørn Hansen, 90 minuttir : AB sær út til at vera í upploysn. Nú er støðan 5-0 til EB/Streym. Aftur hesuferð var tað Arnbjørn Hansen, ið var málskjúttin og hetta var samstundis eisini hansara hattrick.
MÁÁL 4-0 til EB/Streym, Hans Pauli Samuelsen, 88 minuttir : Hans Pauli Samuelsen hevur nú lagt EB/Streym á odda 4-0. Málið kom við brotssparki, har Arnbjørn Hansen varð feldur.
MÁÁL 3-0 til EB/Streym, Hans Pauli Samuelsen, 72 minuttir : Nú er 3-0 til EB/Streym við Margáir. Hans Pauli Samuelsen hevur lagt EB/Streym á odda 3-0 við beinleiðis frísparki.
MÁÁL 2-0 til EB/Streym, Arnbjørn Hansen, 53 minuttir : EB/Streymur hevur nú lagt seg á odda 2-0. Aftaná eitt langt innkast frá Jónasi Tór Næs var Arnjørn Hansen aftur á rætta staðnum og legði EB/Streym framum 2-0.
45 minuttir Hálvleikur : EB/Streymur er á odda 1-0 við Margáir. Hóast bert eitt mál er komið í dystinum, hevur EB/Streymur havt fleiri málmøguleikar, so síðsta málið í dystinum er neyvan skotið.
MÁÁL 1-0 til EB/Streym, Arnbjørn Hansen, 12 minuttir : Eftir gott upplegg frá Niels Paula Danielsen hevur málrevurin á EB/Streymaliðnum Arnbjørn Hansen lagt EB/Streym á odda 1-0.
EB/Streymur: René Tórgarð, Jónas Tór Næs, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi E. Nielsen, Gert Hansen, Niels Pauli Danielsen, Leif Niclasen, Pól Jóhannus Justinussen, Gunnar Zachariassen, Arnbjørn Hansen.
AB: Heðin Stenberg, Martin Midjord, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen, Bárður Olsen, Kári Nielsen, Hørður Mohr, Dion Splidt, Jobin Drangastein, Leivur Joensen.