Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, hevur lagt frá sær, eftir at hann í gjár bleiv ákærdur fyri álitisbrot. Tað sigur bretska kringvarpið, BBC.
Ísraelski ákæruvaldið hevur kannað ymiskt virksemi hjá Lieberman frá teirri tíðini, tá hann var handilsmaður. Upprunaliga var hann skuldsettur fyri korrupsjón, men tann skuldsetingin er slept. Ístaðin er hann ákærdur fyri álitisbrot.
Lieberman hevur noktað seg sekan, men hann hevði boðað frá, at hann fór at leggja frá sær, um hann bleiv ákærdur.
Tjóðartingsval verður í Ísrael um fimm vikur.