Tað hevur tey seinnu árini verið siður í Leirvík at hava ein sokallaðan LÍF dag, tá teir spæla síðsta heimadystin fyri summarsteðgin. Tá fáa vinnandi liðini í øllum dystunum, sum eru í Leirvík, steyp til ognar, og soleiðis var eisini hesaferð.
EB/Streymur var á vitjan og skuldi royna at fáa steypið, sum tað varð spælt um í 2. deild, ígjøgnum tunellina saman við stigunum.
Royndin eydnaðist illa, men eina lítla løtu í 1. hálvleiki vóru tey í Leirvík eitt sindur kløkk, tí tá 26 minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur, sum hevði Dánial Magnussen, ið vanliga plagar at vera frammarlaga, á vinstra vongverja, á odda. Eitt innlegg tók í ein av teimum grønu og snýtti alla verjuna, og so var tað løtt søk hjá álopsspælaranum Halldóri Joensen at fáa bóltin inn um annars trygga Trygva Olsen í LÍF málinum.
Fimm minuttir seinni javnaði LÍF, sum annars tóktist pjaka sær ov nógv í fyrra umfarinum. Verjan hjá EB/Streymi varð sett undir trýst, Thomas Hansen, sum hesa ferð var í álopinum fyri leikbannaða Jonhard Høgnesen, spældi Kristian Eliasen leysan, og umframt málið hjá honum hevði LÍF tveir aðrar stórar møguleikar fyrra umfarið.
2. hálvleik, tá LÍF spældi meiri beinleiðis, var munurin á liðunum sjónskur. Heimaliðið kom á odda eftir 61 minuttir. Thomas Hansen royndi seg við langskoti, sum fór um strikuna, hóast Óli Kristian Djurhuus hevði havt hondina á.
Bara fimm minuttir seinni økti Steingrím Skoralíð, sum akkurát var komin á vøllin. Uppspælinum í høgru stóð Kristian Eliasen fyri. Hann er toppskjútti hjá LÍF, og eftir 71 minuttir staðfesti hann sigurin, eftir at Tomek hevði stungið fram ímillum.