Ársúrslitið hjá SEV var 57,8 milliónir krónur eftir skatt í 2014. Tað er 45,9 milliónir krónur meiri enn í 2013, tá elfelagið hevði 11,9 milliónir krónur í avlopi av rakstrinum.
-Tað er hugaligt annað árið á rað at taka samanum og kunna staðfesta, at gongdin er góð. Tað gongur væl bæði búskaparliga og á grønu kósini, og neyvan nakrantíð áður hevur avbjóðingin hjá SEV verið størri. Samstundis sum vit skulu nøkta skjótt vaksandi eltørvin, skulu vit halda grønu kósina um 100 prosent grøna orku á landi í 2030, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Í 2014 stavaðu 51 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldunum – vatni og vindi – og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Harvið fór elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum upp um elframleiðsluna úr olju, tá ið talan er um framleiðsluna eftir einum ári. Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og í Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum.
Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2014, tá ið árliga framleiðslan fyri fyrstu ferð fór upp um 300 Gigawatt-tímar. SEV framleiddi 305 Gigawatt-tímar í 2014, og tað er 4,6 prosent meira enn í 2013, tá ið elframleiðslan tilsamans var 292,5 Gigawatt-tímar.