Í vikuni hevði Bjørn Patursson eina lítla dagføring úr Koltri, har arbeitt verður við at byggja sonevnda Líkhúsið uppaftur.
- Oyggjarvørðurin hevði vitjan í páskavikuni, og tá man skal stytta sær stundir, er gott at hava okkurt smávegis og forkunnugt at tríva í.
Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni, Koltur. Her verður arbeitt við at byggja Líkhúsið uppaftur, og nú byrjar húsið at taka skap.
- Yvirsyllar og stólpar, sum partvís vórðu gjørd í fjør og sum hava ligið á goymslu í vetur, vórðu tikin fram. Eftir var at fella stólparnar niður í undirsyllarnar, sum eru úr rekatræi.
Víst verður á, at tá um slíkt arbeiði ræður, skal serligt hegni og ikki minst tol til fyri at fáa longd og gripir at passa.
- Veðrið helt sær, og nú stendur stórviðurin í syðra vegginum uppi, og ikki ein einasti seymur er í, verður lagt aftrat.
##med2##