Liljan Weihe, sum hevur røkt tíðaravmarkaða starvið á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, er sett í varandi starv.
Tað boðar kringvarpsstjórin frá.
Liljan Weihe er 34 ára gomul, og hon er útbúgvin journalistur og cand.scient.soc. frá lærda háskúlanum í Roskilde, RUC.
Umframt starvsroyndir sum tíðindaleiðari/leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, hevur Liljan arbeitt sum miðlafólk hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Hon arbeiddi eitt stutt skifti á Dimmalætting, og hon hevur eisini royndir frá almennu umsitingini í Føroyum.
Fimm umsøkjarar vóru til starvið sum leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya.
Liljan Weihe tekur við starvinum 1. januar 2014.