Liljan sløkti Stjørnuna

Liljan Djurhuus skoraði ikki færri enn 14 mál, tá VÍF vann á Stjørnuni í steypakappingini

VÍF hevur kós móti hálvfinaluni í steypakappingini, eftir at tær í kvøld vunnu 35-21 á Stjørnuni í høllini í Vestmanna. Liljan Djurhuus var stóri spælarin á vøllin. Hon skoraði ikki færri enn 14 mál.

 

Støðan í hálvleikinum var 17-12 til heimaliðið, sum hevur fult stigatal eftir tveir dystir í bólkaspælinum í steypakappingini. Tær vunnu í fyrsta umfari heili 34-8 á Søljuni.

 

Vinnur Kyndil á Søljuni í morgin, so eru VÍF og Kyndil víðari til hálvfinalurnar. Liðini møtast í triðja og seinasta umfari í bólkaspælinum, tá tey koma at spæl aum hvør verður nummar eitt og tvey.

 

VÍF-Stjørnan 35-21 (17-12)

VÍF: Liljan Djurhuus 14, Agnas Olsen 8, Eilin Hansen 6, Daniella Joensen 4, Tóra Seloy 3

Stjørnan: Ella Petersen 10, Una Váðklett 4, Jórun Nielsen 3, Mina Sirdal 3, Kristian Poulsen 1

 

Bólkur 2: Kyndil, VÍF, Stjørnan og Søljan

1. umfar

11.01.2015 kl. 14.30 Kyndil – Stjørnan 36-22

11.01.2015 kl. 16.00 VÍF – Søljan 34-8

 

2. umfar

14.01.2015 kl 18.30 VÍF – Stjørnan 35-21

15.01.2015 kl. 20.30 Søljan – Kyndil

 

3. umfar

17.01.2015 kl. 18.00 Stjørnan – Søljan

18.01.2015 kl. 14.30 Kyndil – VÍF

 

Støðan bólkur 2:

1. VÍF 4

2. Kyndil 2

3. Stjørnan 0

4. Søljan 0