Nú lógin um yvirtøku av fólkakirkjuni er fyri á løgtingi, er ein ógvuliga viðkomandi og nógv umrøddur spurningur, um landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni.
Fyri nógv er tað helst heilt náttúrligt, at so er, men sambært einum notati, sum løgtingsskrivstovan hevur gjørt til Mentanarnevndina, ber ikki til at krevja, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni. Hetta er nevniliga í stríð við Stýrisskipanarlógina.
Tað man kortini ikki koma óvart á tey flestu, tí, sum vit vita, eru vit í dag júst í terri støðu, at sitandi landsstýrismaður í kirkjumálum, Jógvan á Lakjuni, er limur í Brøðrasamkomuni, og ikki í fólkakirkjuni.
Eitt annað mál í hesum sambandi, sum hevur verið nógv umrøtt, er, hvør skal hava hægstu yvirvøld fólkakirkjunnar, tá hon er komin á føroyskar hendur. Sum støðan er, er drotningin hægsta yvirvøld fólkakirkjunnar, men tá kirkjan er yvirtikin, verður hetta ikki longur ein møguleiki.
So tað áhugaverda er, hvør tekur yvir leiklutin hjá drotningini, tá kirkjan kemur á føroyskar hendur.
Kann vera ateist
Og svarið til hendan spurningin er púra greitt. Tað verður løgmaður. Hetta verður eisini staðfest í viðmerkingunum til uppskotið um føroyska fólkakirkju.
Tá ein yvirtøka verður framd, so verða tær fylgjur og tær ábyrgdir, sum liggja á danska ráðharranum av sær sjálvum fluttar á tilsvarandi føroyska landsstýrismannin. Sama er galdandi við teimum fylgjum og ábyrgdum, sum áliggja drotningini, tær verða av sær sjálvum fluttar yvir á løgmann.
Og tað er ógvuliga áhugavert, tí einasti persónur í danska ríkinum, sum ikki hevur trúarfrælsi, er drotningin. Tað merkir samstundis, at eingin kann krevja, at løgmaður er limur í fólkakirkjuni. Teoretiskt kann løgmaður enntá vera ateist, og framvegis vera hægsta yvirvøld fólkakirkjunnar.
Í lógaruppskotinum um føroyska fólkakirkju verður tó mælt til, at um løgmaður ikki er limur í fólkakirkjuni, verða ásetingarnar um hægstu yvirvøld fólkakirkjunnar latnar varaløgmanni.
Einki er at ivast í, at hetta mál fær drúgva umrøðu í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni.