Fullsetta høllin í Stavanger sá hetta gerast til skammar, tá danska liðið í sonnum heimsklassa vann heili 30-20 á Kroatia, eftir at hálvleiksstøðan var 15-9 til danir. Frá byrjan av stóð verjan væl hjá Danmark, og tá ið kroatar loksins fingu skotini at sita innanfyri málrammuna, tók málverji Kasper Hvidt næstan alt. Danska verjan megnaði eisini at halda heimsstjørnuna, Ivano Balic, so mikið langt burturi, at alt gjørdist veruliga trupult hjá kroatum. Tað kom sum ein smeitur á danska liðið, tá ið kanónskjúttin, Lars Krogh Jeppesen, eftir bara 10 minuttum fekk reytt kort fyri eina óhugnaliga takkling. Avloysarin, Bo Spellerberg, spældi eins og restin av danska liðnum ein branddyst. Serliga gjørdi málverji Kasper Hvidt vart við seg við at bjarga yvir 50% av kroatisku skotunum. Við føroyskum brillum er eisini okkurt at fegnast um, tí hálvi føroyingurin, Hans Lindberg, gjørdist toppskjútti við sjey málum. Lámi høgravongurin hevði átta skotroyndir á málið. Kl.17.15 í dag spælir Danmark móti Póllandi, og vinna teir her, eru útlitini til at koma í hálvfinaluna stak góð.