Ælini eiga dagarnar

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein eystan og seinni norðan. Tilhoyrandi brúgvaløgini fóru framvið Føroyum í nátt, men enn streymar óstøðug luft við ælaveðri inn yvir Føroyar av útsynningi. Hósdagin fer væntandi eitt nýtt lágtrýst fram við beint sunnan fyri Føroyar, áðrenn kaldari luft streymar inn yvir landið av norðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Í kvøld øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og eitt skifti skýggjað og regn. Í nátt hækkar hann í ein útsynning og makar í andøvsgul upp í stívt andøvsgul, 7 til 10 m/s. Tað klárar í og yvirhøvur turt og klárt. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í stívt andøvsgul av útsynninig, 7 til 10 m/s, sum í annaðkvøld makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum spakuliga hækkar í ein landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum hækkar í ein norðan. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, í løtum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Sólglottar og sum frá líður okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig.