info
Ongi úrslit

Lionel Messi fer til Miami at spæla

Lionel Messi skiftir til amerikanska fótbóltsfelagið Inter Miami. Hesum boðar argentinski fótbóltsspælarin frá í kvøld

Eirikur Lindenskov
7. juni 2023 kl. 20:42

Fótbóltsstjørnan Lionel Messi heldur fram á yrkisleið síni hjá Inter Miami í USA.
Tað sigur Lionel Messi sjálvur í kvøld, eftir at leysasøgur í allan dag hava sett hann tann sjeyfalda Ballon d'Or-vinnarin í samband við MLS-liðið.
Sáttmáli hansara við Paris Saint-Germain gongur út síðst í juni.
Harvið velur hann frá at skifta til Saudi-Arabia, sum fleiri aðrar eldri stjørnur hava gjørt. BBC skrivar, at messi hevði eitt í tøkiligt tilboð frá Al Hilal, men hann velur heldur at flyta til USA.
Avtalan við Inter Miami hevur millum annað í sær samstarv við heims kend merki sum Adidas og Apple.
Millum eigararnar í Inter Miami er millum annað enska fótbóltsstjørnan David Beckham. Fyri kortum koyrd felagið fyrrverandi liðfelagan hjá Beckham úr Manchester Unitet, Phil Neville, frá sum høvuðsvenjara.
Sum fyribils venjari er settur argentinski Javier Morales.
Inter Miami hevur veirð ein partur av MLS síðani 202 og hevur áður havt landsmannin hjá Lionel Messi, Gonzalo Higuain, á liðnum.
/ritzau/
 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eitt vinstravent og tvey tjóð­skap­ar­lig val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

18 minuttir síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

1 tími síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í European League undankappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Bakkafrost rakt av KT-álopi

1 tími síðan
Tíðindi

Nýskipanar­nevnd skal bjarga hald­føri­num

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Byggja torn úr menniskjum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy vann fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Tannlæknastova í hálva øld

2 tímar síðan
Tíðindi

Christa Pike liggur framvegis í respiratori

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael fer at spæla við svørt­um syrgi­bond­um móti Írlandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

3 tímar síðan