info
Ongi úrslit

Liðið hjá Mattiasi syrgdi fyri søguligum meistaraheiti til IK Sirius

Svøríki hevur havt 13 ymiskar meistarar síðani aldarskiftið

Mynd: Uppsala Nya Tidning
Heri Á. Simonsen
29. november 2026 kl. 16:00

Besta svenska fótbóltsdeildin, Allsvenskan ger kanska ikki tær stóru skreytirnar, tá talan er um avrik í evropeiskum kappingum, men deildin er tann mest spennandi besta fótbóltsdeildini í Evropa.

Síðani aldarskiftið hava svenskarar havt 13 ymiskar meistarar. Og í dag var glæsilig søga skrivað, tá Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås syrgdu fyri, at IK Sirius úr Uppsala vann fyrsta meistaraheitið nakrantíð.

Undan seinasta umfarinum høvdu bæði Hammarby og Sirius 61 stig. Hammarby hevði betri málmun, og tí mátti Sirius hava hjálp frá Västerås, ið tók móti Hammarby. Samstundis mátti Sirius syrgja fyri, at teir vunnu sín dyst á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.

Og tað var júst tað sum hendi. Liðið hjá Mattiasi - sum var á vøllinum í 63 minuttir - vann 1-0 á Hammarby. Taonsa Axel skoraði sigursmálið í 21. minutti. Á Gamla Ullevi í Göteborg skrivaði Zalán Vancsa seg inn í søgubøkurnar í universitetsbýnum, Uppsala, tá hann í 87. minutti skoraði sigursmálið hjá IK Sirius. Nú er allur søguligi universitetsbýurin í gleðistárum um glæsuligu søguskrivingina. IK Sirius var leingi greitt á odda í deildini, men seinasta triðingin misti teir fleiri stig, meðan høvuðsstaðarfelagið, Hammarby koyrdi við turbo-ferð. Men á seinasta leikdegi gjørdist liðið hjá Mattiasi Hellisdal bjargingin hjá IK Sirius, ið vann deildini við 64 stigum.

Västerås endaði á einum flottum fimta plássi við 48 stigum. Tað er eitt bragd av einum uppflytara.

Liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby endaði á 12. plássinum við 29 stigum.

Á seinasta leikdegi var Áki á vøllinum í 87 minuttir, og Martin var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá Mjällby á útivølli tapti 1-2 fyri Halmstad, ið stríddist fyri lívinum í Allsvenskuni. Lagnan var tó hørð við Halmstad. Örgryte vann 2-0 á Degerfors, og ein betri málmunur bjargaði Örgryte triðaftasta plássið, og harvið tveir Play Off dystir um rættin at spæla í deildini komandi kappingarár. Bæði liðini endaðu á 26 stigum. Halmstad má tungu leiðina niður í Superettan.

Liðið hjá Mattiasi syrgdi fyri søguligum meistaraheiti til IK Sirius
Samansett mynd: IK Sirius

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eisenkot gloppar dyrnar fyri Netanyahu

13 minuttir síðan
Tíðindi

Nú verður dýrari at búgva á røktarheimi í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Pólland tapti tvær ferðir fyri Rumenia - møta Føroyum 9. desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið tekur 60 mió frá SEV – hús­ar­hald­ini hægri elprís

2 tímar síðan
Tíðindi

Vardi ferðafólk í toki við einari steikipannu

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kommunur kappast um barna­fam­ilj­ur: Her fært tú mest fyri pengarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur fiskur miss­ir markn­að­ar­part til Nor­eg og Ísland

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

4 tímar síðan
Tíðindi

Danska fíggjar­lóg­in gev­ur pen­sjón­ist­um meira pengar

4 tímar síðan
Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

4 tímar síðan