Í kvøld vóru seinnu átta dystirnir í fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. Millum yvirskriftirnar er, at Manchester City aftur tapti í Champions League og fekk tveir spælarar útvístar á vegnum.
Bayern Munchen, FC Porto, PSG og Barcelona eru víðari til endaspælið. Lionel Messi skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Ajax. Hann hevur nú skotið 71 mál í Champions League. Tað er eins nógv og Raúl, sum nú má deila metið við Barcelona bóltsnillinginum.
Her er ein samanumtøka av fjórða umfar í Champions League bólkaspælinum.
Bólkur E:
Manchester City er í kempu trupulleikum í bólki E. Teir taptu í kvøld á heimavølli fyri CSKA Moskva. Umframt tapið, so fingu teir eisini tvær útvístingar. Bæði Fernandinho og Yaya Toure blivu útvístir.
Bayern Munchen greiddi sín setning og vann á AS Roma og er víðari. Nú hevur AS Roma góð kort á hondini til at koma víðari til endaspælið frammanfyri Manchester City og CSKA Moskva.
Úrslit:
Manchester City – CSKA Moskva 1-2 (1-2)
0-1 Seydou Doumbia, 2
1-1 Yaya Toure, 8
1-2 Seydou Doumbia34
Útvísing: Fernandinho, 70 (Manchester City), Yaya Toure, 82 (Manchester City)
Bayern Munchen – AS Roma 2-0 (1-0)
1-0 Franck Ribery, 38
2-0 Mario Gotze, 64
Støðan:
1. Bayern Munchen 12
2. AS Roma 4
3. CSKA Moskva 4
4. Manchester City 1
Bólkur F:
Bæði PSG og Barcelona eru víðari til Champions League endaspælið við sigrum í dag. PSG vann tepurt á APOEL við málið, sum Edinson Cavani skoraði longu aftaná tveir minuttir. Lionel Messi skoraði bæði málini fyri Barcelona, sum vann 2-0 á Ajax.
Úrslit:
Ajax – Barcelona 0-2 (0-1)
0-1 Lionel Messi, 36
0-2 Lionel Messi, 76
Útvísing: Joel Veltman, 71 (Ajax)
PSG – APOEL 1-0 (1-0)
1-0 Edinson Cavani, 2
Støðan:
1. PSG 10
2. Barcelona 9
3. Ajax 2
4. AOPEL 1
Bólkur G:
Púra óvæntað fekk Maribor stig móti Chelsea, sum brendi fleiri møguleikar. Har í millum eitt brotsspark. Í hinum dystinum sprongdi Sporting Lisbon bólkin púra opnan við at vinna 4-2 á Schalke.
Úrslit:
Maribor - Chelsea 1-1 (0-0)
1-0 Agim Ibraimi, 50
1-1 Nemanja Matic, 73
Sporting - Schalke 4-2 (1-1)
1-0 Islam Slimani, 17 sjálvmál
1-1 Mahamadou-Naby Sarr, 26
2-1 Jefferson Nascimento, 52
3-1 Nani, 72
3-2 Dennis Aogo, 88
4-2 Islam Slimani , 90
Støðan:
1. Chelsea 8
2. Schalke 5
3. Sporting 4
4. Maribor 3
Bólkur H:
FC Porto er víðari í hesum bólkinum við einum flottum sigri í baskaralandinum móti Athletic Bilbao. Í hinum dystinum stjól Luiz Adriano aftur show’ið. Hann skoraði hattrick í 5-0 sigrinum hjá Shakhtar Donetsk móti BATE Borisov.
Úrslit:
Athletic Bilbao – FC Porto 0-2 (0-0)
0-1 Jackson Martinez, 56
0-2 Yacine Brahimi, 74
Shakhtar Donetsk – BATE Borisov 5-0 (1-0)
1-0 Darijo Srna , 19
2-0 Alex Teixeira, 48
3-0 Luiz Adriano, 58 br
4-0 Luiz Adriano, 83
5-0 Luiz Adriano, 90
Útvísing: Anri Khagush, 45 (Borisov)
Støðan:
1. FC Porto 10
2. Shakhtar Donetsk 8
3. BATE Borisov 3
4. Athletic Bilbao 1