Lions Club Tórshavn fer nú at leiga høli í ovastu hædd í Müllers pakkhúsi í Havn til felagsvirksemi og almannagagnlig tiltøk annars.
Tórshavnar býráð hevur gjørt uppskot til leigusáttmála og fer í hesum sambandi eisini at endurskoða reglugerðina fyri húsið.
Lions Club Tórshavn hevur serligan áhuga fyri júst hesum bygninginum, sum felagið um aldarskiftið tók stig til at varðveita.
Umframt vanliga felagsvirksemið fer Lions Club Tórhavn eisini at standa fyri tiltøkum, framsýninginum og øðrum, sum styðjar undir og styrkir ætlanina við Müllers pakkhúsi sum eitt virkið og fjølbroytt mentanarstað og umboðanarhús í býnum.
Avtalan við Lions varð einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.