Lis Hammer 60 ár

Í morgin 17. juni verður Lis Hammer í Havn 60 ár. Foreldur hennara vóru Elly og Hans Petur Djurhuus.

Hans Petur var útbúgvin skipsverkfrøðingur. Hann varð bedingsmeistari á Gørðunum í Vági, og seinni gjørdist hann skipasýnismaður í Havn. Pápi hansara var Hans Djurhus, træskipasmiður, ættaður av Nesi í Vági og mamman var Louisa Jensen úr Garsinni í Hvalba.

Elly, fødd Dam, var ættað úr Havn. Hon var dóttur Jens Christian Dam, arbeiðs- og traðarmaður úr Havn og Katrinu f. Joensen, bóndadóttir úr Innistovu norðuri í Vági.

Lis er fødd í Nes/Vági. Tey fluttu til Havnar, tá ið hon var 9 ár. Lis fór fyrst í kommunuskúlan og síðan í millum- og realskúlan. Her var hon liðug í 1964. Sama ár fór Lis í læru á Brunatryggingini og gekk samstundis á Handilsskúla um kvøldið. Hetta tók trý ár.


Lis giftist 9. august 1969 við Jógvan av Eiði, sonur Lisu og Eliesar Hammer.

Tey vildu royna nakað nýtt og fluttu til Danmarkar í 1971. Her arbeiddi Lis á teknisku deild hjá tryggingarfelagnum Skandinavia. Deildin tók sær av truplum tryggingarskaðum, har eisini tryggingarsvik kundi vera uppi í. Her arbeiddi Lis saman við verkfrøðingum og politistum frá Ríkispolitinum í einum spennandi starvi í 6½ ár.


Síðani fóru tey til Nuuk í Grønlandi, har Jógvan hevði fingið arbeiði sum telefonverkfrøðingur á Tele Grønland. Har búðu tey í trý ár, og Lis arbeiddi á advokatskrivstovu og seinni á Faroegreen, sum var ein partur av Føroya Fiskasølu.

Í 1980 komu tey heim aftur til Føroyar. Árið eftir fór Lis at arbeiða á táverandi Ídnaðarstovuni. Her húsaðist eisini Útnorðurssamstarvið, har Thomas Arabo var stjóri. Lis arbeiddi eina tíð á báðum stovnum. Aftaná nøkur ár valdi hon burturav at arbeiða fyri Útnorðurssamstarvið, sum varð víðkað við Noregi og broytti navn til Norrønt Atlantssamstarv. Her var Kjartan Hoydal stjóri í nøkur ár.

Lis hevur verið har uttan steðg í øll árini frá 1981. Samstundis hevur hon ment seg fakliga við at taka merkonomprógv á Handilsskúlanum um kvøldi í 1980-árunum.


Í Keypmannahavn fingu tey í 1973 sonin Regin. Hann er búskaparfrøðingur og giftur við Beintu f. Simonsen úr Fuglafirði. Tey búgva í Havn og eiga Tóru og Rúna og vænta ein alva í juli.


Høgni er føddur í Grønlandi í 1978. Hann er IT-supportari og giftur við Kirstin f. Andreassen úr Havn. Tey búgva í Havn og eiga Leu, Levi og Eyð.

Yngsti sonurin Sjúrður er føddur í Havn í 1982. Hann hevur tikið B.Sc. í lívfrøði í Aberdeen og fer at halda fram við lestrinum í Glasgow eftir summarfrítíðina.


Hóast Lis er býarmenniskja, trívist hon ikki minni væl á Eiði, har tey nú eiga hús.

Henni dámar serliga væl á Eiði um summarið. Hon er altíð komin til Eiðis við børnunum at vitja ommuna og abban, sum tóku ímóti teimum við opnum ørmum. Nú kemur hon norður við ommubørnunum, sum eru hennara eitt og alt.


Lis elskar ta vøkru náttúruna, fuglalívið og at ganga í haganum og fjøllunum. Henni dámar eisini væl at hoyggja og annars tað, sum hoyrir til bygdalívið.

Hon tekur slaktið upp, ger blóðpylsu, rullupylsur og garnatálg sum ein onnur bóndakona. Hennara rabarbusúltutoy er framúr.

Tað er so heppið, at á Eiði býr systkinabarnið Katrin. Tær eru sera góðar og koma nógv saman.

Lis og Jógvan eru bæði sera vinsæl og blíðlig. Tí eiga tey eisini nógvar vinir. Lis hevur eisini greiða meining um avgerandi viðurskifti og bakkar heldur ikki fyri at siga sína hugsan. Vit hava kenst og hava eisini arbeitt hurð um hurð í nógv ár. Tað hevur altíð verið stuttligt at hitta Lis og eisini hini inni á Menningarstovuni.

Ynskt verður Lis tillukku við degnum.


ó.