Lisbeth á NATO-fund

Kunningarskriv

Føroyingur umboðaðar Danmark á árliga fundinum og kunningarferðini fyri parlamentarikarar hjá Norðatlantisku verjusamgonguni NATO, sum í ár verður í Turkalandi í døgunum 5. til 11. september.
Øll NATO lond luttaka á hesi árligu kunningarferð og umboðið fyri danskar parlamanterikarar verður Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur.
Á fundinum verður møguleiki at hitta fleiri kendar turkiskar politikarar, m.a. Recep Tayyip Erdogan, forsætisráðharra, Abdullah Gul, uttanríkisráðharra, Vecdi Gönul, verjumálaráðharra og Abdulkadir Aksu, innanríkisráðharra.
Umframt at hoyra um støðuna í Irak, Afghanistan og Mið Asia verða eisini fyrilestrar um stríðið móti yvirgangi, narko og menniskjasmugling.  Skipað verður fyri rundferðum í Turkalandi, m.a. verður vitjað á verjuakademiinum har politikarar verða kunnaðir um verjuviðurskifti.