Henni dámar ikki orðið ’uppaling’, tá talan er um, hvussu list og skúli kunnu hava gleði hvør av øðrum. Heldur tosar Poulina Poulsen, myndlistalærari, um ’dannilsi’ í hesum sambandi.
- List kann gera næmingarnar forvitnar eftir øðrum enn júst teirra egna heimi. Eisini børnini uppliva, hvussu listin kann flyta tey inn í eina aðra dimensión og fáa tey at hugsa eitt sindur øðrvísi, sigur Poulina Poulsen, tá hon verður spurd, hvønn leiklut list eigur at hava innan skúlagátt.
Egnað list
Høvið er ein norðurlendskur fundur um list og mentan í skúlunum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár. Í okkara grannalondum eru tey komin rættiliga langt í hesum arbeiði, men eisini í Føroyum er okkurt við at henda. Mentamálaráðið er longu við í fleiri átøkum, ið sum frá líður skulu stimbra leiklutin hjá list í skúlahøpi. Millum hesi er royndarverkætlanin Listaleypurin, ið miðar móti at geva fólkaskúlanæmingum í øllum landinum høvi at uppliva góða føroyska yrkislist.
- Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at listarligu tilboðini, sum Listaleypurin bjóðar, eru egnaði til at at vísa á skúlum. Ikki soleiðis at skilja, at vit fara at blanda okkum í innihaldið sum so, men listafólkini skulu hava gjørt sær greitt, hvat tey ætla við verkinum í skúlahøpi, sigur Poulina Poulsen, sum er limur í úrvalsbólkinum hjá Listaleypinum.
Listaskálin lukkað land
Poulina er ikki í iva, tá hon verður spurd, hví tað er so umráðandi at børn fáa atgongd til list longu í barnaskúlanum
- Tað kann vónandi verða við til, at list verður ein nátúrligur partur av lívinum hjá føroyskum børnum, so list og mentan ikki seinni verða nakað fremmant og hámentanarligt, sum fær tey at bakka í hurðini, sigur Poulina Poulsen.
Hon dylur ikki yvir, at hon heldur tað vera ómetaliga spell, at eitt nú Listaskálin so at siga er lukkað land fyri føroysk børn. Ikki tí, ongin forðar teimum í at koma inn, men onki verður gjørt fyri at lata dyrnar upp fyri teimum við eitt nú verkstøðum fyri børn.
- Vit mangla í allarstørstan mun ein listapedagog, sum kundi tikið sær av slíkum uppgávum, sigur Poulina Poulsen, og leggur áherðslu á, hvussu stóran týdning tað hevur at lata børnini verða partur av listarligum upplivingum.
Norskar royndir
Júst hetta hava tey gjørt nógv burturúr í Norra, har teirra útgáva av listaleypinum hevur virkað væl í fleiri ár. Hetta greiddi Kristin Risan, leiðari fyri norðurnorskt kunscenter í Solvær, millum annað frá á fundinum.
- Vit hava lagt áherðslu á, at listafólkini ikki bara tosa um og vísa síni listaverk, men taka børnini við í listarliga arbeiðið. Tað er rættiliga týðiligt, at hesi børnini hugsa øðrvísi um list, eftir at tey sjálvi hava verið partur av tilgongdini. Tá er listaverkið ikki longur bara eitt deytt ting, man kann hyggja uppá, segði Kristin Risen.
Hon legði afturat, at eitt av endamálunum við verkætlanini, hon er partur av í norðurnorra, er at stimbra hugin hjá børnunum sjálvi at skapa list og gera sær sínar egnu hugsanir um list sum heild.
Ongir peikifingar
Á fundinum nýtti Poulina Poulsen høvið at greiða frá, fakinum ’Evning’, ið er tað økið, har listarligt arbeiðið er savnað á skúlunum sum er.
- Fyrst av øllum er tað avgerandi, at lærarin í eitt nú myndlist, hevur okkurt uppá hjarta við teimum ymsu evnunum, sum verða tikin upp. Her hevur tað serliga týdning, at teknikkur og innihald ganga hond í hond, so alt ikki bara druknar í teknikki og tilvild, vísti Poulina Poulsen á.
Hon legði afturat, at endamálið við at taka list inn um skúlagátt ikki nýtist at vera annað enn at geva børnunum eina øðrvísi estetiska uppliving.
- Júst hvør tann upplivingin er, er torført at seta orð. Tey skulu kanska bara sleppa at uppliva, hvussu tað kennist, tá listin veruliga rykkir okkurt í teimum, tí tann upplivingin avmarkar seg avgjørt ikki bara til tey vaksnu, sigur Poulina Poulsen.
Tí dámar henni heldur ikki tankan um, at list í skúlanum skal hava ein ávísan uppalandi leiklut.
- Um so er, mugu vit eisini svara spurninginum, hvat tað er, listin skal uppala til. Tá kann endamálið skjótt gerast ein lyftur peikifingur, og so er lítið vunnið, sigur Poulina Poulsen.
Kanningar: Børn og list
Mentamálaráðið er farið undir at orða ein mentanarpolitikk fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.
Í hesum sambandi verða tvær kanningar gjørdar í løtuni:
- Skráseting av, hvørji frítiðartilboð føroyskar kommunur hava til børn og ung
- Spurnarkanning millum børn og ung um tørvin á mentanartilboðum
Visjónin handan mentanarpolitikkin er, at øllum børn og ung í Føroyum skulu sleppa at taka lut í mennandi og skapandi virksemi. Eisini skulu tey hava atgongd til fjølbroyttar mentanarligar upplivingar.