Listafagnaður ymsastaðni í Havn


Stórt listarligt tiltak leygardagin 8. okt. 2022, har føroysk listafólk bjóða grafikhugtakið av við verkum, sum spenna frá siðbundnum etjingum, lino- træ- til talgilt prent og samansett til høgar installatiónir.

 

Í Norðurlandahúsinum er framsýningin “ Spor, ið verða til “ kuraterað av norsku/føroysku listfrøðinginum Eva Furseth, sum eisini hevur skrivað bókina “ Spor, ið verða til “.

 

Tey átta listafólkini i Norðurlandahúsinum eru : Jóna Rasmussen, Astri Luihn, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Kári Svensson, Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Bárður Dal Christiansen.

 

Harumframt sýnir Listasavnið grafik úr savninum.

 

Í Gallarí Havnará eru Astri Luihn, Ingi Joensen og Jóna Rasmussen.

 

Í Perluni eru ListGraFo limir : Annika Gregoriussen, Ásla Rannvá Svensson, Nicolina Højgaard,

 

Oggi Lamhauge, Kári Svensson, Bárður Dal Christiansen, Rannvá Holm Mortensen, Jóna Rasmussen og Astri Luihn.

 

Háskúlanæmingar gera “ Grafisk Spor “ frá Perluni via Viðarlundina til Listaskálan og víðari til Norðurlandahúsið.

 

 

 

Framsýningarnar: 8. okt.

 

Kl 15 Norðurlandahúsið

 

Kl 16 Listasavnið

 

Kl 17 Gallarí Havnará

 

Kl 18 Perlan