Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi:
- Vónbjørt Vang
- Guðrið Poulsen
- Gudmund Helmsdal
Bókmentalig faknevnd segði um Vónbjørt Vang:
Vónbjørt Vang hevur sum rithøvundur ment sína egnu rødd. Hon hevur prógvað seg sum ein av okkara bestu rithøvundum og hevur fingið viðurkenning bæði her heima og uttanlands. Í verkætlanarlýsingini, sum er nýskapandi og fyriliggur í høgari góðsku við forvitnisligum brotum úr skaldsøgu, sum er í gerð, gongur hon nýggjar listaligar leiðir og vísir eina greiða og realistiska ætlan.
Í nevndini sótu Paula Gaard og Sanna Klein.
Myndlista faknevnd segði um Guðrið Poulsen:
Guðrið Poulsen hevur seinastu 40 árini verið undangongufólk innan rúmligu listina í Føroyum, har hon støðugt hevur flutt mørk, serliga innan leirilistina. Við sínum poetisku, komplekso og til tíðir humoristisku rúminstallatiónum, eins og við sínari persónligu tilgongd til brúksslutina, hevur Guðrið sagt sínar rúmligu søgur, bæði í Føroyum og uttanlands. Myndamálið hevur altíð verið hennara egna, og hevur verið í støðugari menning. Sum listafólk hevur hon endurskapað seg sjálva fleiri ferðir, frá tí hon byrjaði, og fram til í dag.
Og Guðrið hevur enn nógvar søgur eftir at siga. Hon droymir um størri rásarúm og meira monumentalitet í sínari list. Hon vil, at list hennara aftur skal manifestera seg á ein nýggjan hátt í rúminum, har áskoðarin førir listina við sínum kroppi, eins og sínum viti.
Í nevndini sótu Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.
Film faknevnd segði um Gudmund Helmsdal:
Gudmund Helmsdal hevur áhaldandi ment forvitnislig filmshúgskot. Stuttfilmurin Trøllabeiggi hevur ein sterkan listaligan samleika og gevur síðsøguligum tilfari altjóða veingjabreiði. Arbeiðsætlanin fyri starvstíðina er greið og fevnir um filmsverkætlanir, sum hava verið í menning í fleiri ár. Ynskið er at brúka listafólkalønina til at hugsavna seg um leikstjóraleiklutin, so filmarnir røkka á mál.
Í nevndini sótu Sakaris Stórá og Marianna Mørkøre.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum. Listafólkaløn verður latin umsøkjarum við stuðli í kveikjandi ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listaligum ella fakligum dygdarvirði.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listaligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Listafólkið arbeiðir í játtanarskeiðnum burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15% í eftirløn.
Umsøkjararnir til listafólkaløn 2026 vóru 27 í tali.










