Listaframsýning í Reykjavík

Eftir innbjóðing frá Kjarvalsstøðum, listasavni Reykjavíkar, skipar Listafelag Føroya fyri framsýning av føroyskari nútíðarlist í Reykjavík og á Akureyri.

Leivur Hansen, býráðsformaður letur upp framsýningina á Kjarvalsstøðum leygardagin 31. oktober og framsýningin heldur fram til 20. desember. Síðani fer framsýningin víðari til Akureyrar. Hon verður sýnd í Listasafninum á Akureyri 30. januar-6. mars.

Fyri úrvali og samanseting av hesi listaframsýning standa Eirikur Torláksson, stjóri fyri Kjarvalsstøðum, og Haraldur Ingi Haraldsson, stjóri fyri Listasavninum á Akureyri.

Tey 13 listafólkini, ið luttaka, eru:

Tita Vinther, Kári Svensson, Ingálvur av Reyni, Guðrið Poulsen, Tróndur Patursson, Torbjørn OLsen, Marius Olsen, Hans Pauli Olsen, Amariel Norðoy, Rannvá Kunoy, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen og Astrid Andreasen.

Í sambandi við framsýningina verður prentaður bóklingur við myndaskrá, ið Gunnar Hoydal og Kinna Poulsen hava lagt til rættis.