Listarliga tilfeingið eisini vert pengar

oddagrein, yngd

Føroyingar hava í langa tíð dúva upp á fiskin. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og hon er í stóran mun við til at tryggja okkum inntøkur. Alivinnan, sum nú knappliga fekk eitt óvæntað bakkast, hevur eisini sera stóra týdning fyri land og fólk. Tað er spurningur um útflutning og milliardir av krónum.

Føroyingar eiga eisini eitt listarligt tilfeingi, sum tað kann fáast meira burtur úr. Bæði ung og tilkomin hava gávur, sum einki standa aftanfyri tær hjá teimum, sum gera vart við seg úti í heiminum. Fólk, sum mála, yrkja og skriva, hava longu gjørt vart við seg, og tað hevði einki galið verið í, at tónleikarar í enn størri mun fóru at gera vart við seg.

Vit hava longu fingið smakkin altjóða gjøgnumbroti, tá vit hugsa um fólk sum Óla Poulsen, Kára Jacobsen og aðrar, men tað eru framvegis tónleikarar her á landi, sum kundu fingið altjóða gjøgnumbrot.

Í dag hava vit samrøðu við eina unga evnaríka songkvinnu, Arnfríð Lützen, og hon hevur dreymin um at náa út um landoddarnar við síni rødd. Sama er við eini aðrari fram úr songkvinnu, Eivør Pálsdóttir. Hesar báðar, sum eru ávikavist 16 og 18 ára gamlar hava serstøk evni sum sangarar, og tær eru umboðandi eitt nýtt ættarlið av tónleikarum, sum er við at vinna fram.

Helst er tað onkur av hesum ungum fólkunum, sum skulu fáa kjansin í útlandinum, og tað man neyvan nakar ivast í møguleikunum, sum til dømis Eivør Pálsdóttir og Arnfríð Lützen hava.

Tað hevur ofta verið talan um, at tað almenna eigur at vera við til at skunda undir eitt føroyskt gjøgnumbrot í altjóða tónleiki, men enn er eingin verulig roynd gjørd. Tað kostar pengar at føra seg fram uttanfyri Føroyar, men við tí tilfeingi vit hava, átti onkur ? vinnan ella tað almenna ? trúð upp á, at vit kunnu fáa ein nýggjan vinnuveg við at útflyta tónleik.

Tað eru tey, sum ikki ivast í, at vit fara at fáa eitt altjóða navn ? øll hini hava tað jú ? og at tað bara er ein spurningur um tíð, aðrenn onkur slær ígjøgnum. Men tað skal eisini ein øðiligur hugur og vilja til, áðrenn tað kann lata seg gera at koma fram. Tað hava nakrir av teimum ungu tónleikarunum víst, og tí er grundarlagið undir einum gjøgnumbrotið í lagi.