Listasøla á Glyvrum

Uppboðssøla av listaverkum hjá politikarum og lokalum skálafjarðarfólki verður í Kappróðrarneystinum á Glyvrum seinnapartin. Umframt verður eisini stór veitsla í kvøld

Felagslív

Glyvrar:
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur fingið lokalar politikarar, bæði landspolitikarar og kommunalpolitikarar, saman við øðrum kendum fólki av Skálafjarðarleiðini at mála hvør sín málning. Málningarnir verða seldir á uppboðssølu í neystinum í dag. Ágóðin skal fara til rakstur felagsins.
Teirra millum, sum málað hava, eru Kári P. Højgaard, løgtingmaður, Torbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, Meinhard Bjartalíð, prestur og Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, umframt fleiri onnur kend fólk av leiðini.
Tilsamans eru yvir 20 málningar og myndir, sum verða seld á uppboðssøluni í nýggja kappróðrarneystinum Inni á Bakka. Uppboðssølan byrjar klokkan 16.30 seinnapartin.
Í samband við, at Kappróðrarfelagið NSÍ alment tekur nýggja neystið í brúk í dag, verður almenn móttøka í neystinum frá klokkan 15.00 seinnapartin.
Áðrenn tað hevur Kappróðrarfelagið havt aðalfund í neystinum. Hann byrjar klokkan 10.00 fyrapartin.
Men stóra tiltakið hjá kappróðrarfelagnum er ikki liðugt, hóast uppboðssølan er liðug, sigur Rannvá Troest á Kunningarstovuni í Runavík, sum stendur fyri tiltakinum saman við Kappróðrarfelagnum.
Klokkan 20.30 í kvøld verður stór almenn veitsla í kappróðrarneystinum. Hilmar Jan Hansen fer at undirhalda undir borðhaldinum, meðan Ragnar Nesstein fer at spæla til dans, sum fer at halda á út á náttina.