Høgni Rasmussen
???????????
Einaferð dagaðu nakrir menn upp á sjónvarpsskíggjan við einum Føroyakorti. Teir skuldu spjaða nakrar litaðar prikkar um landið. Talan var ikki um at plasera brikkarnar skynsamt. Teir skuldu bara spjaðast javnt upp á valdømini. Ein av hesum brikkum var Listaskúlin.
Tá politiska kabalan skuldi ganga upp, tað eru nøkur ár síðani nú, var einki fólksligt ynski um ein listaskúla. Í veruleikanum var hesin skúlin skaptur, tí teir manglaðu ein brikk at seta á Sandoynna. Hetta sigur so eisini nakað um, hvussu nógv politikkararnir virdu Listaskúlan.
Til hesa politiskt avráddu ætlanina var gjørt eitt álit. Hetta álit er, hóast plaseringin er skeiv, sera áhugavert. Fólk, sum arbeiða í skapandi yrkjum, eiga at lesa hetta álitið. Álitið liggur á www.mmr.fo. Álitið lýsir, hvørji fak eiga at vera á skúlanum, og hvussu skúlin eigur at vera skipaður. Nógv er broytt, síðani álitið varð skrivað, men lesur tú tað við hesum í huga, so er hetta gevandi lesnaður.
Ætlanin at gera ein listaskúla er áhugaverd, og tað er neyðugt við einum slíkum skúla í Føroyum. Soleiðist kenst tað, tá tú arbeiðir í einum yrki, har brúk er fyri fólki við skapandi gávum. Tað er trupult at finna fólk, sum hava eitt so mikið høgt støði innan skapandi fakini, at tað stendur mát við málsliga og matematiska støðið, næmingar hava, tá teir koma út úr miðnámsskúlunum.
Ein listaskúli hevði við tíðini hækkað fatanarstøðið fyri list og skapandi arbeiði. Ein listaskúli hevði við tíðini gjørt, at fatanin hjá virkjum og stovnum av vørumening og tí tey gera av lýsingum og øðrum tilfari hevði hækkað munandi. Tí líkasælan á hesum øki í løtuni er larmandi.
Vit eiga at hava í huga, at skapandi førleiki av ymsum slagi, longu nú er ein týðandi táttur í menningini av føroyskum vinnulívi - og hesin førleiki gerst bara alt meira týðandi. Tí er tað rætt at leggja dent á skapandi lærugreinar í undirvísingini í Føroyum nú.
Tey fólk, sum fara á ein slíkan skúla enda ikki øll sum listafólk, og tey enda heldur ikki øll á einum reklamuvirki. Tað er bara gott. Tí brúk er fyri fólki við fatan fyri skapandi arbeiði langt út um hesi yrki. Eitt hvørt virki og einhvør stovnur hevur brúk fyri fólki við listarligari fatan.
Í álitinum stendur, at skúlin eigur at verða ein eitt árs skúli, sum farast kann á eftir fólkaskúlan. Tað vil siga, ein víðkan av miðnámsskúlanum. Neyðugt verður so eisini at taka eina vanliga miðnámsútbúgving, um tú ætlar at søkja inn á ein hægri listarligan lærustovn. Skúlin kann kanska eisini líknast við ein eitt árs fólkaháskúla við denti á listarlig fak. At stíla eftir einum hægri háskúla á økinum, sum nú er, er helst at skjóta yvir málið.
Alt gott um ætlanina at gera ein listaskúla. Men hann eigur at spretta úr einum fólksligum ynski, ella úr listaumhvørvinum og ikki burtur úr einum politiskum rossahandli. Og hann eigur at vera bygdur har, sum listin er, har sum listasøvnini eru, har sum sjónleikarhúsini eru, har sum biografarnir eru, har sum mentanarhúsini eru, har listafólkini eru og har, sum virki, sum gera brúk av listafólki, eru. Einfalt har lærast kann av øðrum listafólkum. Einki av hesum er á Sandi.
So kanst tú kanska halda, at tað er so deiligur friður á Sandi, so hugurin fær reikað. Tað er helst eisini kveikjandi at sita í einari eplaveltu og mála, men tað er eingin lærdómur í tí. Tú kanst fara at seta teg í eplaveltuna, tá tú hevur lært. Tá tú hevur brúk fyri kveiking og ikki lærdómi.
Stutt sagt: at leggja ein listaskúla á Sandi er tað sama sum at leggja ein sjómansskúla mitt í Sahara.
Hví ikki leggja landbúnaðardepilin á Sandi, ella sjómansskúlan ella mentamálaráðið? Ella hví ikki gera ein ítróttarskúla har? Tað er nógv, sum hevði ligið betur á Sandi enn ein listaskúli. Og um tað er forsvarligt, latið okkum so fáa ein undirsjóvartunnil til Sandoyar líka so skjótt, sum tann til Klaksvíkar er liðugur.
Latið okkum fáa eitt gott kjak um, hvat vit skulu brúka ein listaskúla til, heldur enn bara politiskt at kroysta ein skúla til Sands. Tað kjakið hevur ikki verið.
Hesa grein havi eg skrivað, tí eg arbeiði í reklamuvinnuni og ein listaskúli vil verða eitt stað, har eitt nú okkara vinna finnur nýggj ung talent. Tað er serstakliga týdningarmikið fyri okkum, at skúlin verður plaseraður, har næmingarnir og yrkini fáa mest burturúr - og har til ber at taka fólk úr vinnuni at halda fyrilestrar. Tað er, sum vanligt í øðrum londum í brennideplinum - í stórbýnum - har nógv fólk hittast, at listin er. Í Føroyum er tað í Havn.