Stóra mentanartiltakið, Listastevna Føroya, fór í gjár av bakkastokki fyri fyrstu ferð.
Til sjálva setanina í Norðurlandahúsinum vóru á skránni røður, handanir í samband við útskrivaðar kappingar, sýning av nýmótans pløggum og filmur.
Vit eru miðdepil
Helga Hjorvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, beyð vælkomin og segði, at stevnan er hugsað sum tiltak, ið skal samansjóða ymsar listagreinar. Hon minti á, at vit eru ikki útjaðari, men miðdepil og hon metti ikki vera neyðugt hjá føroyingum at ferðast burtur í onnur lond at uppliva tað, ið er okkum ómissandi.
Helga Hjorvar gav síðani landsstýrismanninum við mentamálum, Óla Holm, orðið.
Hann minti m.a. á, at vit liva í eini tíð, við ógvusligum broytingum á so mongum økjum. Men hesar broytingar eiga vit at taka sum møguleikar, heldur enn hóttanir, segði Óli Holm, meðan onkur kimandi fartelefon í salinum undirstrikaði løtuna.
Bæði Helga Hjorvar og Óli Holm komu inn á mentan í samband við samleika.
Óli Holm metti vera gott, at stevnutiltøk eisini eru kring landið. Hann metti slíka stevnu geva íblástur uttan úr heimi, men minti á, at eisini hon kann virka hinveg - úteftir. Síðani lýsti Óli Holm Listastevnuna 2001 at vera setta.
Kappingar
Síðani vóru vinnarar avdúkaðir. Ein norðurlendsk fotokapping var útskrivað í samband við stevnuna, eins og ein føroysk stuttsøgukapping.
Jørgen Lutsen, fotografur, var føroyskt umboð í dómsnevndini og avdúkaði hann vinnaran. Tað gjørdist svenski fotografurin Anne Sofie Ekman, ið fekk virðisløn og hon takkaði og var sera fegin fyri heiðurin.
Ein føroysk stuttsøgukapping var eisini í samband við Listastevnuna. 42 handrit komu inn og 14 av teimum eru komnar út í bók. Virðislønir vóru til 3 tær bestu uppá 20.000, 15.000 og 10.000 krónur
Hanus Kamban fekk fyrstu virðisløn og honum á baki komu Niclas Rasmussen og Marjun Kjelnæs.
Føroyskir sniðgevar sýndu pløgg
Síðani var mótasýning á skránni Føroyskir sniðgevar sýndu fram pløgg. Tær fýra, Barbara í Gongini, Gurið Ludvig, Annika Heinadóttir og Borgný Patursson, teljast millum føroysku sniðgevararnar.
Allar hava tær nomið sær kunnleika á skúlum uttanlands og onkur teirra er enn búðsitandi í Danmark.
Tað var ein flott sýning, ið áskoðarar fingu at síggja.
Í stíli var sýningin løgd heldur myrk, seig og kanska spøk, hóast livandi rútmur leiktu nútímans leik afturvið. Afturvið føroysku sniðunum gav hetta eitt føroyskt huglag, sum føroyskt lyndi og veðurlag, skal ein royna at tolka - uttan missa tráðin(!).
Eg voyt ikki...
Síðst á skránni var ein tími við dokumentarfilmi, føroyskum filmi.
Teitur Árnason er ein av monnunum handan Feel Good Films. Hann hevur gingið á skúla í útlondum og hevur saman við øðrum stovnað hetta felag.
Sum var tað tilvitað, blivu pálmarnir á pallinum førkaðir hvør sínu megin lørifti innan sýning.
Fyrst ein lítil lýsingarfilmur um ein møguliga komandi film.
Síðani dokumentar úr Hattarvík. Ein bygd, har bert seks fólk búgva um veturin. Einsemi og serstaka lívið á útoyggj sera væl lýst.
Filmurin hevur heitið Burturhugur - Observations in faroese.
Og hetta er ein góður og flottur filmur! Um dreymar og longsul. Ein ærlig mynd.
Sorgblídni má vera eitt av orðunum, ið kunnu sigast fyri at lýsa filmin, men tó - kanska svart - skemt í støðum, tí skemtiligt er tað við eyðkendu longu støðgunum millum "á, ja" og "eg voyt ikki...", tá føroyingar skulu greiða frá.
Verður hetta sett hegnisliga saman, sum í filminum, so kann ein farri av skemti spyrjast burturúr.
Eisini hóast talan er um film, sum óivað er gjørdur í tøkum tíma. Tí, sum tey í Hattarvík taka til, so er samfelagið so nógv broytt. Fólk vilja hava okkurt at fara til. Púra sanførd staðfesta hattarvíkingar, at fólk tíma jú ikki at búgva í Hattarvík, tey klára tað ikki, tí einsemiskenslan er nívandi.
Pálmar til Teit Árnason!
Arbeitt verður við ætlanum um at vísa filmin í Svf og kann hann viðmælast til allar føroyingar, og onnur, at hyggja at.