Línubáturin Thomas Nygaard hevur fingið dagarnar hjá hesum báðum útróðrarbátunum. Dagarnir eru umroknaðir til at samsvara einum línubáti, so fiskidagarnir eru heldur færri í tali. Men Heidi Petersen, løgtingskvinna, heldur, at reelt er veiðutrýstið undir Føroyagrunninum økt.
- Fyri mær minkar hetta um álitið á Bjørn Kalsø, tí hann hevði lovað, at veiðutrýstið ikki skuldi økjast. Tað tulka vit sjálvandi sum, at fleiri og størri skip ikki skulu koma inn fyri lítlar útróðrarbátar, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna hjá Tjóðveldisflokkinum.
- Fiskimálaráðið er eitt sjálvtøkuborð
Tað stendur í endamálsorðingini í lógini um vinnuligan fiskiskap, at í umsitingini av lógini, sum Bjørn Kalsø hevur ábyrgd av, verður dentur lagdur á at "varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið."
Heidi Petersen heldur ikki, at fiskifrøðilig atlit eru tikin, tá línubáturin Thomas Nygaard hevur fingið dagar frá útróðrarbátum.
- Tað koma ov nógvir bátar inn. Fiskimálaráðið er vorðið eitt sjálvtøkuborð. Vit hava júst samtykt í Løgtinginum, at tað skal ikki verða loyvi at flyta dagar millum bólkar. Men tað er júst tað, sum er hent nú við Thomas Nygaard, sigur Heidi Petersen.
- Kalsø má taka politiska stýring
Løgtingskvinnan sigur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ger veiðiumstøðurnar verri fyri vinnuna við at lova fleiri bátum. Heidi Petersen sigur, at tað verður serliga trupult hjá teimum smáu í fiskivinnuni.
- Tað er vantandi stýring á fiskivinnuøkinum. Bjørn Kalsø má taka politiska stýring. Eg haldi, at fiskimálaráðharrin er ov nemmur at trýsta hjá áhugabólkin. Hann er bukkaður undir fyri trýsti uttanífrá, sigur Heidi Petersen.
Heidi Petersen spyr, hví landsstýrismaðurin ikki hevur kunngjørt lógina, sum sigur, at tað er ikki loyvt at flyta fiskidagar millum bólkar. Harumframt vil Heidi Petersen vita, hví landsstýrismaðurin hevur givið Thomas Nygaard fiskidagarnar aftaná, at Løgtingið er farið til hús.
- So kundi mann farið niðan í tingið og spurt, um hetta veruliga var tingsins vilji. Hetta er heilt greitt ikki tingsins vilji, sigur Heidi Petersen.
- Fyri mær minkar hetta um álitið á Bjørn Kalsø, tí hann hevur lovað, at veiðitrýstið ikki skuldi økjast, sigur løgtingskvinnan.
--
Í BOKS:
Eg vil undirstrika, at línubáturin Skørin eisini er komin aftur í flotan fyri tveir minni útróðrarbátar, annar ein 30 tonsari og hin ein minni glastrevjabátur, hetta, saman við loyvinum til Thomas Nygaard, økir munandi um veiðutrýsti eftir míni fatan, og minkar um møguleikarnar hjá verandi útróðrarbátum og línuskipum at klára seg. -Heidi Petersen
--
Myndatekstur: Heidi Petersen, løgtingskvinna hjá Tjóðveldisflokkinum, heldur, at avgerðin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at geva línubátinum Thomas Nygaard dagar frá útróðrarbátum er ikki í tráð við tað, sum landsstýrismaðurin hevur lovað
Mynd: Jens Kr. Vang
--
Munnlig váttan til Tjóðveldisflokkin
Í uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap eru hesar viðmerkingar, har tað framgongur, at Bjørn Kalsø munnliga hevur váttað, at veiðutrýstið ikki verður økt:
Táið umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, munnliga hava fingið váttan fyri, at hann ikki ætlar at skipa so fyri, at veiðutrýstið á Føroyagrunninum verður økt tíansheldur at framleingja loyvini hjá russiskum ella øðrum útlendskum skipum, at taka ímóti fiski frá føroyskum skipum við føroyskan bryggjukant, taka vit undir við uppskotunum í vissuni um at munnliga váttanin frá landsstýrismanninum heldur, um at ongi onnur mál og ongar aðrar samgongukabalir hanga uppi í fyriliggjandi uppskoti. Tvs. at tað sum atkvøtt verður um eittans er tað sum uppskotið sjálvt leggur upp til.