Ársúrslitið hjá Sp/F Berg Motors fyri 2013 var eitt lítið yvirskot upp á 314.000 krónur.
Í mun til árið fyri var tað ikki so galið, tí tá var yvirskotið bara 7.000 krónur. Seinastu tíggju árini hevur úrslitið hjá Berg Motors verið góðar 16 milliónir krónur, sum er 1,6 milliónir krónur í miðal. So í mun til tað, so hava úrslitini seinastu árini verið í lakara lagi. Árini 2008 og 2009 gekk illa, og var hallið tey bæði árini tilsamans um 6,6 milliónir krónur. Árini frammanundan gekk væl, serliga í 2006, tá fyritøkan hevði eitt yvirskot upp á 8,5 milliónir krónur.
Berg Motors umboðar persónbilamerkini Suzuki, Subaru, Land Rover, Kia, og Renault, eins og og Scania lastbilar og bussar.
Eginognin hjá Sp/F Berg Motors er nú 57 milliónir krónur. Hjá Berg Motors starvast 30 fólk, og stjórar eru Johannes Berg og Karin Clementsen Hammer.