Lítla ferðin er ein vandi fyri ferðsluna

Trailarar eru til stóran vanda fyri ferðsluna, tí teir sleppa ikki at koyra skjótari enn 50 km/t, halda trailaraførarar, ið vilja hava myndugleikarnar at broyta ferðslulógina.

­ Endamálið skal verða, at øll ferðslan á landavegunum skal fylgjast, so vit sleppa undan yvirhálingini, heldur Sakaris Hansen, sum í fleiri ár hevur koyrt trailara

­ Vit sum koyra trailarar kenna okkum sum vandamiklar í ferðlsuni, av tí at ferðin ikki kann vera meira enn 50 km/t í óbygdum øki.


Hetta sigur Sakaris Hansen, sum í fleiri ár hevur koyrt trailara hjá Strandferðsluni. Hann sigur at trailararførarar fyri langari tíð síðani hava vent sær til myndugleikarnar við hesum trupulleika, men har er einki hent.


­ Vit hava heitt á landsstýrið um at taka ferðslulógina til viðgerðar, tí vit meta, at hon als ikki er tíðarhóskandi.


Sakaris Hansen vísir á, at ferðamørkini eru so ymisk. Meðan persónbilar kunnu koyra 80 km/t, kunnu bussar koyra 70, lastbilar 60 og trailarar 50 km/t.


­ Hetta førir við sær, at alt ov nógv yvirháling fer fram, og er tað til stóran vanda, heldur hann.


7. apríl 1993 sendu 33 trailaraførar landsstýrinum skriv, har teir greiddu frá støðuni, og har teir bóðu landsstýrið taka ferðslulógina til viðgerðar.



Ferðslan má fylgjast


Í skrivinum søgdu teir m. a.:

» ­ Tað er soleiðis vorðið, at vit ikki fáa útført okkara arbeiði sum ynskiligt hevði verið, tí at hámarksferðin fyri trailarar er bert 50 km/t á landavegi og 50 km/t í bygdum øki, og hetta kunnu vit ikki liva við.


­ Vit fara tí at heita á tykkum um at fáa broytt hesa lóg soleiðis, at øll ferðsla úti á landavegi verður at koyra við somu ferð, t. d. 80 km/t ella hvat nú einaferð er best hóskandi.


Orsøkin til at vit heita á tykkum er, at tað er rættiliga vandamikið at so nógvar »fartgrensur« eru settar á ymisk akfør, tí tað vísir seg, at tá trailararnir koyra 50 km/t og onnur akfør koyra við 70-80 km/t fer yvirháling fram alla tíðina meðan koyrt verður. Hetta ger, at hesir stakkals bilførarar dag um dag eru noyddir at koyra meira ferð á soleiðis, at yvirháling gerst so minimal, sum gjørligt fyri at umgangast samanstoyt av mótkoyrandi ferðslu. Allir bilførarar siga tað sama, at hetta sum hendir úti á landavegunum, er heilt burturvið. Fleiri av bilførarunum eru tiknir fyri ov nógva ferð, t. v. s. oman fyri 50 km/t, nakrir hava mist koyrikortið og aðrir hava fingið bót.


Fleiri av okkum hava verið noyddir til at koyra út í vegjaðaran fyri at umganga frontalt samanstoyt.«


Allir fara at koyra 49


Teir 33 trailaraførararnir ásanna eisini í skrivinum, at galdandi lóggáva er rættuliga ótíðarhóskandi, nú vegakervið er so væl útbygt við góðum og breiðum vegum og tunnlum, og heita teir tí á landsstýrið um at taka umbøn teirra í álvara.


­ Verður hetta ikki tikið í álvara, fara vit at heita á allar trailaraførarar um at halda seg til 49 km/t fyri at umgangast at verða sektaðir, siga teir.


Teir vísa eisini á, at um allir trailarar fara at koyra við 49 km/t er rættuliga stórur vandi fyri ferðsluvanlukkum, tí tað tryggasta er, at øll ferðslan fylgist í ferð, siga teir.


Teir upplýsa eisini, at onkur teirra hevur tosað við løgregluna um málið, og at løgreglan tekur fult undir við teirra sjónarmiði - men at løgreglan sjálvnadi einki annað fær gjørt, enn at fylgt lógini.


Sakaris Hansen, sum í dag starvst sum formaður í pakkhúsinum hjá Strandferðsluni í Havn, og sum tí kemur í samband við nógvar trailaraførarar heldur, at tað er løgið, at ferðamørkini eru so ymisk.


­ Eg skilji ikki rættuliga, at ein bussur, sum hevur tveir akslar og sum koyrir við ferðafólki, kann koyra skjótari enn ein trailari, ið hevur seks akslar, og sum bara koyrir við góðsi.


­ Vit hava nú í so mong ár roynt at greitt myndug