Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at kinesiski samfelagsrevsarin Liu Xiaobo fær hesa týðandi heiðurslønina. Hann fær friðarheiðurslønina fyri at hava arbeitt fyri mannarættindum og friði í heimlandi sínum.
Liu varð annars settur í fangahús í desember mánaði í fjør, og fær tí ikki møguleika at taka ímóti heiðrinum hin 10. desember í Oslo. Av kinesisku myndugleikunum verður hann nevniliga mettur sum ein fíggindi av skipanini.
Hann skrivaði í 2008 eitt manifest saman við øðrum samfelagsrevsarum, har tey heittu á kinesisku myndugleikarnar um at fáa talu- og skrivifrælsi og at fáa fræls val í landinum.
Kona hansara, Liu Xia fegnast sum vera man um heiðurin sum er sýndur fongslaða manni hennara.
Men hon óttast samstundis fyri, at fongslaði maður hennara ikki fær at vita at hann hevur fingið Nobel-friðarheiðurslønina.