Liuzzi í Evropa, Klien í Kanada og restina av árinum

Formel 1

Liuzzi megnaði ikki at tryggja sær eina framtíð í Formel 1, men fekk sunnudagin ein seinasta møguleika at gera ein vørr. Tað gekk ikki so væl

Ein av stóru spurningunum í formel 1 heiminum hesa seinastu vikurnar hevur verið, hvør fór at koyra fyri Red Bull Racing í evropeisku koyringini á Nürburgring. Fyrstu tríggjar koyringarnar koyrdi eysturríkarin Christian Klien fyri liðið. Hann fekk eitt sjeynda pláss í Avstralia, eitt áttanda pláss í Malaysia og varð noyddur at gevast í Bahrain. Í næstu koyringini í San Marino varð Klien settur á beinkin. Inn kom italiumaðurin Vitantonio Liuzzi. Hann fekk eitt áttanda pláss í síni fyrstu roynd, men bæði í sponsku koyringini og koyringini í Monako varð hann noyddur at gevast.

Red Bull kunngjørdi áðrenn San Marino, at Liuzzi skuldi royna seg í tríggjar koyringar, og áðrenn evropeisku koyringina á Nürburgring fór avgerð at verða tikin, um hvør skuldi koyra restina av kappingarárinum. Mikudagin varð avgerðin tikin, og hetta merkti, at Liuzzi slapp at royna seg Nürburgring, meðan Klien fær seinna Red Bull setrið frá koyringini í Kanada 12. juni og restina av árinum. Á Nürburgring sunnudagin gjørdi Liuzzi lítið um seg og megnaði bert eitt níggjunda pláss í mun til liðfelagan Coulthard, sum kappaðist heilt fremst og endaði á fjórða plássi.

Fyrsta setrið hjá Red Bull hevur David Coulthard. Hann hevur veruliga livað upp til ábyrgdina. Red Bull liðið, sum æt Jaguar í fjør, hevði eingin væntað nakað av, áðrenn kappingarárið byrjaði. Men inntil Monako hevði liðið fingið stig í øllum koyringum. Og fjórða plássið í evropeisku koyringini var aftur ein álitisváttan til Coulthard. Hann hevur nú 16 stig.

Coulthard hevur, áðrenn hann í ár flutti til Red Bull, koyrt fyri Williams, har hann avloysti Ayrton Senna, tá hesin doyði í 1994, og seinnu árini fyri McLaren. Hann hevur ferð eftir ferð sæð liðfelagar gerast heimsmeistarar, og hevur ofta koyrt í skjótasta bilinum, uttan at gerast heimsmeistari. Men spurningurin er, um orsøkin til, at Coulthard hevur sitið í skjótasta bilinum so ofta, er Coulthard sjálvur. Hann hevur verið við til at royndarkoyra og menna bilarnar, til at gerast teir bestu.

Jaguar Formula one var ein ómetaliga dýr verkætlan hjá Ford, sum ongantíð gjørdist væleydna, bilarnir kláraðu seg ongantíð væl. Men nú Red Bull hevur keypt liðið, og Coulthard er vorðin koyrari, gongur framúr væl.