Liva lívið gjøgnum glas

Hjúnini Elisabeth og Páll Ellingsgaard hava á gamalsaldrinum valt at bróta upp úr nýggjum og hava gjørt egið verkstað og handil, har brúkslist úr glasi verður framleidd og seld

SAMRØÐA

Eftir at hava búð næstan hálvtrýss ár í Danmørkini vendur Páll og Elisabeth aftur til oyggjarnar í august mánaði í fjør.
Tey fluttu heim til heimbygdina hjá honum, Eiði. Her eru vit á vitjan hendan fríggjdagin. Nakað uttaliga í bygdini við havnaøkið standa eini hús. Uppi á Grind, sum tað kallast. Her hava eiðisfólk nú fingið einki minni enn eitt glasverkstað og sølubúð. Ein snotuligur lítil bygningur, sum er væl innrættaður til endamálið. Líka visti eg, at talan var um tvær umbygdar byngjur. Hvussu er og ikki, so haltar ikki við hondverkinum.
Hvørgin teirra hevur fingist við glas burturav áður. Elisabeth, ættað úr Klaksvík, er útbúgvin sjúkrasystir og hevur arbeitt á fleiri økjum og stovnum innan heilsurøkt í Danmark. Páll er upprunaliga útlærdur skræddari. Seinastu hálvtrýss árini ella so hevur hann fingist við alt møguligt. Millum annað hevur hann starvast hjá Ilum og á verkstaðnum hjá SAS. Handverkið at smíða hevur hann lært frá pápa sínum.
Seinnu nógvu árini hava tey búð á Grevestrand í Greve ? einar 25 kilometrar uttanfyri Keypmannahavn. Bæði eru tey farin frá við eftirløn, og hugurin at flyta aftur til Føroya hevur leingi verið til staðar.
?Tú verður verandi føroyingur líkamikið hvat, siga tey bæði við ein mun.
Tey eru flutt inn í barndómshúsini hjá Pálli, og tey bæði stórtrívast.
Okkurt av bygdafólkunum hevur eisini borið upp á mál, at tað er hugaligt at hoyra gamla eiðismálið aftur. Hetta mál tosar Páll enn, hóast hann hevur verið burturi í 50 ár.
Tey eiga eingi børn, men hava kortini nokk at síggja til. Alt í Danmark er nú selt, og tey eru vorðin eiðisfólk fulltime.
Hetta við glasinum er Elisabeth upphavið til. Elisabeth hevur leingi verið sera áhuga í list, og hon byrjaði at arbeiða við ymiskum, m.a. glasi.
?Eg royndi ymiskt, men eg endaði við at vilja gera glas. Eg fór fyrst niður í hálva tíð og nýttu nógva tíð til at arbeiða við glaslist, sigur Elisabeth.
Hon hevur millum annað gingið í skúla hjá Else Willungsgaard, ið er kent danskt listafólk innan glaslist.
Lat tað bara vera sagt beinanvegi, at hetta ikki er tað slag av glas, har blást verður í rør og skaptir verða lutir og list. Tað er í hesum førinum nakað heilt annað.
Í hesum førinum verður koyrt í ovnin. Ein serligur ovnur, ið brennir glasi. At fáast við ein tílíka ovn krevur holla vitan og venjing, tí timingin hevur alt at siga, og í avgerandi løtunum kunnu sjálvt sekundini hava nógv at siga.
Rávøran er liðugt gjørt glas, greiðir Elisabeth frá. Hetta kann vera í ymsum støddum og litum, og fleiri sløg eru eisini ? amerikanskt glas og vanligt glas.
Hesum greiðir Elisabeth okkum frá, meðan vit spáka runt á teimu 63 fermetrunum í umgjørdu byngjunum. Her eru rúm til øll endamál, og amboðini tróta heldur ikki.
Tey bæði hava nýtt nógva orku til at fáa alla útgerðina til vega. Tey hava bæði máling, ovn, bor og alt annað, ið krevst av einum glasverkstaði sum hesum.
Tá vit vitjaðu vóru bæði dagar og nætur nýttar í verkstaðnum. Alt skuldi gerast klárt. Síðani vit vóru á vitjan hava tey sýnt fram í SMS, og handilin er eisini latin upp.
Elisabeth kemur glasið úr útlondum, og hon skerur og sniðgevur. Eisini málar hon við serliga máling, men ikki á alt glas. Munur er nevnliga á vanligum glasi og amerikonskum glasi, og tað er ikki alt, ið riggar líka væl saman.
?Tað málaða minnir kanska eitt sindur um verk hjá Tróndi Patursyni, men hetta er meira brúkslist, sigur Elisabeth.
Og í øllum hurlivasanum er Páll handverkarin hjá konuni. Hann hevur riggað hølini til og ger formar og annað.
Sum nevnt stríðast tey av øllum. Tað krevur nógv arbeiða at gera list av hesum slag.
?Eitt nú skal alt fyrst brennnast flatt og so leggjast í formar. Tað krevur ótrúliga nógv arbeiði, sigur Elisabeth.
Henni dámar eisini væl at kela fyri sínum verkum, og mangan er okkurt, sum kanska ikki hepnast so væl, men tá er einki annað at gera uttan at royna aftur.
Kostnaðarmikið er at lata upp verkstað av hesum slag, men Páll og Elisabeth halda seg ikki aftur av hesi orsøk.
Uppi á Grind verður eisini ein lítil sølubúð, har lutirnir hjá Elisabeth verða seldir. Elisabeth roknar ikki við, at fólk skulu serliga langt niður í lumman ? í øllum førum ikki í mun til arbeiðið.
Fleiri av brúkslist lutunum liggja um nakrar hundrað krónur. Onkrir størri lutir liggja upp ímóti teimum tveytúsund. Hinvegin kanst tú vera vísur í, at eingin eigur ein líka, tí hesir kunnu ógvuliga illa hópframleiðast.
Elisabeth hevur eisini ætlanir um at fara at gera fleiri listarliga lutir. Nú jólini liggja fyri durum er brúksliga glasið heldur ikki so langt av leið.
Glasið hjá Elisabeth og Pálli fara tey at selja sjálvi á Eiði, og tað verður eisini selt í 3´aranum í Havn.