Livar hevur mist heimsmetið

Hann og bátsfelagarnir hava nú ásannað, at tað verður ikki á hesum sinni, at teir seta nýtt heimsmet í at rógva um Atlantshav Tað sá annars so bjart hjá Livari Nysted úr Hvannasundi og hinum umborð á La Mondiale, tá ið teir løgdu frá landi í Gran Canaria við kós ímóti Barbados í royndunum at seta nýtt heimsmet, tí teir fyrstu dagarnar vóru teir langt frammanfyri tíðarætlanina.

Heimsmetið er 30 dagar og útlitini at sláa tað vóru góð-men so brotnaði róðrið. Teir hava roynt at umvæla tað. Tað fór við nógvum kreftum tí sjaskveður var og endin var, at tað eydnaðist so dánt. Men avleiðingin er, at teir mugu tveir mans stýra, so nú fáa teir bara róð við seks monnum, siga teir á heimasíðu síni, www.trip.fo

Í morgun boða teir so frá, at teir hava ásannað, at tað verður ikki á hesum sinni, at heimsmetið verður tikið, tí undir hesum umstøðum fer túrurin at vara væl longri enn 30 dagar.

Teir eru staddir 1500 kilometrar úr Gran Canaria og teir halda á at rógva.

Men teir dylja ikki, at vónbrotið er stórt og tað, sum nú er hent krevur alla teirra sálarligu styrki at koma ígjøgnum.

Men eitt er at seta met. Støðan er eisini ann, at teir hava mat við til einar 30 dagar, tí skulu teir nú ansa eftir, at maturin røkkur allan túrin, siga teir á heimasíðuni