Livar Nysted er millum tey fimm bjargaðu

Livar Nysted er millum tey fimm, sum í kvøld vórðu bjargaði av seksæringinum Naddoddi, sum holvdist út fyri norsku strondini

 

– Livar Nysted hevur ringt heim og hann hevur tað eftir umstøðunum gott.

 

Soleiðis skrivar kona Livar Nysted, Svanna Sigmarsdóttir, á Facebook fyri løtu síðani.

 

Royndi føroyski rógvarin er ein av manningini á Naddoddi á ferðini til Noregs.

 

Við Sosialin undan ferðini segði hann millum annað soleiðis:

 

– Hetta er ein máti at fáa smakkin av tí, sum teir gomlu víkingarnir fóru ígjøgnum. Tað er ringt at siga nei til, sigur hann.

 

– Hatta er nakað, sum eg havi havt hug til, síðan eg minnist. At gera eina sovorðna ferð, líka sum víkingarnir gjørdu. Víkingar hava altíð havt mín stóra áhuga. So tá man fær ein sovorðnan møguleika, so er ringt at siga nei, sigur Livar Nysted.

 

Í greinini í Sosialinum verður greitt soleiðis frá um hini fimm, sum vóru við á ferðini:

 

Skipari og leiðari umborð verður Andy Fitze, sum er ein royndur ævintýrari úr Sveis, ið hevur siglt nógvar “ekstremar” og avbjóðandi túrar. Eisini er ein ung søgulesandi úr Mexico við serligum áhuga fyri víkingasøgu við, sum eitur Karla Dana. Leikluturin hjá føroyska Livar Nysted verður at deila frá sínari vitan um langar ferðir í lítlum bátum og sjálvandi rógva, tá líkindi eru fyri tí. Aftrat teimum verða trý aftrat, sum eita Martin Fitze, Säny Blaser og Georg Aebi.

 

Hesin túrurin verður roknaður sum ein “Explorer Club Flagged Expedition”. Explorer Club er ein prestisjufullur altjóða felagsskapur fyri fólk, ið kanna og rannsaka land, hav, luft og rúmdina. Tvey av manningini eru limir í hesum felagsskapi, Andy Fitze og Karla Dana, og hetta gevur túrinum eyka tyngd, um man kann siga soleiðis.

 

##med2##

 

Trýst á myndina fyri at síggja greinina í lesiligari stødd