Manchester City stevnir móti meistaraheitinum, meðan Liverpool skal fóta sær skjótt, um liðið ætlr sær at spæla Champions League fótbólt komandi kappingarár. Tað er staðfestingin, eftir at Manchester City vann heili 4-1 á Liverpool í dag.
Stóri spælarin á vøllinum var Ilkay Gundogan, sum hevur tikið yvir stýripinnin hjá Manchester City, eftir at Kevin De Bruyne bleiv skaddur. Hann skoraði tvær ferðir, umframt at hann hevði ráð at brenna brotsspark.
Sum heild spældi Manchester City aftur á tí stiginum, sum vit hava sæð fyrr, tá liðið er upp á tað besta. Liverpool var ikki nær við at fáa bóltin og tað var nærri 5-1 enn 4-2. Av øðrum kunnu nevnast Phil Foden, sum bæði skoraði og legði upp. Hann er lyft seg upp eitt altjóða stig í hesum kappingarárinum.
Manchester City er nú fimm stig frammanfyri grannarnar úr Manchester United, men Pep Guardiola og hansara menn hava spælt ein dyst færri. Við gongdini í løtuni, so er City stórfavorittur at vinna meistaraheitið, eftir at allir avbjóðarnir mistu stig í hesum umfarinum.
##med2##
Liverpool hevur nú tapt tríggjar ferðir upp í slag á Anfield. Í kvøld fekk liðið sítt fyrsta mál í yvir 400 minuttir á heimavølli, men tað kom eisini eftir at Mohamed Salah tveitti seg í brotsteiginum og fekk eitt brotsspark, sum var bæði bíligt og ikki kinst býtt av Ruben Diaz.
Sermerkt var eisini, at Alisson Becker í málinum hjá Liverpool var upphavið til minst tvey av málunum hjá Manchester City. Hann hevur verið eins misjavnur í sínum avrikum, sum Liverpool hevur verið í hesum kappingarárinum.
Fyrr í dag vann Tottenham 2-0 á West Bromwich. Heimaliðið hevði Harry Kane tøkan aftur og hann kvittaði við at skora til 1-0. Seinna málið fekk Heung-Min Son – sjálvandi. Wolverhampton og Leicester City deildu stigini. Ein dystur er í kvøld millum Sheffield United og Chelsea.
1 | Man City | 22 | 15 | 5 | 2 | 43:14 | 50 |
2 | Man Utd | 23 | 13 | 6 | 4 | 49:30 | 45 |
3 | Leicester | 23 | 13 | 4 | 6 | 39:25 | 43 |
4 | Liverpool | 23 | 11 | 7 | 5 | 44:29 | 40 |
5 | West Ham | 23 | 11 | 6 | 6 | 34:28 | 39 |
6 | Everton | 21 | 11 | 4 | 6 | 34:28 | 37 |
7 | Tottenham | 22 | 10 | 6 | 6 | 36:22 | 36 |
8 | Chelsea | 22 | 10 | 6 | 6 | 36:23 | 36 |
9 | Aston Villa | 21 | 11 | 2 | 8 | 36:24 | 35 |
10 | Arsenal | 23 | 9 | 4 | 10 | 27:23 | 31 |
11 | Leeds | 21 | 9 | 2 | 10 | 36:38 | 29 |
12 | Southampton | 22 | 8 | 5 | 9 | 29:37 | 29 |
13 | Crystal Palace | 22 | 8 | 5 | 9 | 27:37 | 29 |
14 | Wolves | 23 | 7 | 6 | 10 | 23:31 | 27 |
15 | Brighton | 23 | 5 | 10 | 8 | 25:30 | 25 |
16 | Newcastle | 23 | 7 | 4 | 12 | 25:38 | 25 |
17 | Burnley | 22 | 6 | 5 | 11 | 14:29 | 23 |
18 | Fulham | 22 | 2 | 9 | 11 | 17:31 | 15 |
19 | WBA | 23 | 2 | 6 | 15 | 18:54 | 12 |
20 | Sheffield Utd | 22 | 3 | 2 | 17 | 14:35 | 11 |