New England Sports Ventures eigur í løtuni eitt breitt úrval av feløgum, millum annað Boston Red Sox, New England Sports Network, Fenways Sports Group og Roush Fenway Racing.
Eigarin av nýggja felagnum eitur sostatt John Henry, og nakað, sum kanska fer at fella fleiri Liverpool fjepparum fyri bróstið er, at komandi eigarin, eins og teir farandi, er amerikumaður.
Martin Broughton, virkandi stjóri i Liverpool FC, sigur í tíðindaskrivinum í morgun, at ?Eg fegnist um, at vit eru komin á mál við sølutilgongdini, sum hevur verið sera djúptfarandi og drúgv. Leiðslan gjørdi av at taka av boðnum hjá NESV á tí grundarlagi, at boðið best gekk sølutreytunum um ein haldbaran nýggjan eigara á møti. Spekin hjá NESV er bara um at vinna, og tað hava teir prógvað fult út í Red Sox?, segði Martin Broughton í tíðindaskrivi í morgun.
Tíðindaskrivið sigur eisini, at samráðingar hava verið millum partarnar í fleiri vikur, og leggur Martin Broughton soleiðis afturat.
- Við at loysa byrðuna av keypsskuld, letur hetta boðið okkum at leggja dent á at gera íløgur í liðið. Eg eri bara vónbrotin av, at verandi eigarar hava veruliga roynt alt fyri at steðga søluni, og at vit hava verið noydd at fara gjøgnum rættarlig tiltøk fyri at koma á mál við søluni, staðfestir virkandi stjórin í Liverpool FC.
Sølan av Liverpool FC skal tó, áðrenn hon er endalig, góðkennast av Premuier League, ein loysn skal fáast á trætumálum við nevndina um nevndarlimarrætt og onnur mál, sigur felagið í tíðindakskrivi í morgun.
Kom sølan ikki nú, ella fellur henda sølan ikki upp á pláss, fellur felagið í hendurnar á Royal Bank of Scotland, orsakað av ovurstóru skuldini hjá núverandi eigarunum til bankan - ein skuld, sum liggur um tvær milliardir krónur.