Í kvøld eru aftur tvær 1/8-finalur í Champions League. Á Anfield tekur Liverpool móti Bayern Munchen í einum dysti, har fleiri lyklaspælarar sita uttanfyri. Somuleiðis í kvøld er FC Barcelona á vitjan í Lyon.
Stóru yvirskriftirnar undan dystinum á Anfield er, at Liverpool hevur trupult við at manna verjupartin, meðan týdningarmikli áleyparin, Roberto Firmino, er vorin sjúkur seinastu dagarnar. Liverpool verður uttan Virgil van Dijk, sum hevur leikbann og Joe Gomez, ið er skaddur, meðan Dejan Lovren er ivasamur.
Sostatt er bara Joel Matip av miðverjunum tøkur. Helst verður hann í miðvejruni saman við brasilska Fabinho, ið annars er verjukendur miðvallari. Tað er eisini komið illa við, at Roberto Firmino er sjúkur og ivasamur til dystin.
Tað er ikki bara í Liverpool, at skaðar og leikbann gera um seg. Fyri Bayern Munchen situr Thomas Muller uttanfyri við leikbanni, meðan Jerome Boateng og Arjen Robben eru skaddir. Kingsley Coman hevur verið ivasamur, men verður helst tøkur.
Ongin Fekir móti Barcelona
Í Fraklandi skal FC Barcelona takast við Lyon, sum er uttan stóru stjørnuna Nabil Fekir, ið hevur leikbann. Eisini miðvallarin Tanguy Ndombele ivasamur. Hann er eitt navn, ið fleiri vænta endar í onkrum av teimum heilt stóru feløgunum í summar.
Fyri FC Barcelona er ein møguleiki, at Samuel Umtiti verður tøkur aftur. Franski miðverjin bleiv á sinni keyptur frá júst Lyon. Liðið hava spælt seks innanhýsisdystir í Champions League og FC Barcelona hevur vunnið fýra, meðan tveir eru endaðir við javnleiki. Seinast liðini møttust var fyri tíggju árum síðani.
Champions League 1/8:
Liverpool – Bayern Munchen (20.00)
Lyon – FC Barcelona (20.00)