Liverpool heldur trýstinum

Tað stóð einki til hjá Liverpool móti dystarenda, tá teir í dag vitjaðu hjá Portsmouth. Aurelio hevði í fyrsta umfari javnað til 1-1, men tá Hermann Hreiðarson skoraði til 2-1 bara 12 minuttir fyri leiklok, tóktist dagurin fyrst og fremst verða góður hjá oddaliðnum, Manchester United.

Dirk Kuyt og innskifti Fernando Torres bjargaðu tó vónini hjá Liverpool, tá teir báðir snaraðu øllum á høvdið. Kuyt javnaði, tá fimm minuttir vóru eftir vanligu leiktíðini, og í yvirtíðini tryggjaði Torres, at øll stigini fingu kós móti Anfield Road.

 

Chelsea meira enn hálvsnávaði, tá teir spældu málleysan javnleik á heimavølli móti Hull, og tað gav Aston Villa møguleikan at vinna seg upp á bronsuplássið.

 

Úrslitini í Premier League í dag

Manchester City-Middlesbrough 1-0

Blackburn-Aston Villa 0-2

Chelsea-Hull 0-0

Everton-Bolton 3-0

Sunderland-Stoke 2-0

WBA-Newcastle 2-3

Wigan-Fulham 0-0

Portsmouth-Liverpool 2-3

 

Í morgin

Tottenham-Arsenal

West Ham-Manchester Utd