Fyrrapartin leygardagin var stóri dysturin í Englandi hetta vikuskiftið. Anfield Road í Liverpool var ramman um ein dyst millum mest vinnandi liðini í Englandi í nýggjari tíð.
Hóast Liverpool hevði fyrimunin av heimavølli, vóru tað gestirnir úr Manchester United, sum drógu longra stráið við einum 3-1 sigri.
Í fyrra hálvleiki legði Andy Cole United á odda, tá hann gjørdi sær dælt av verjuvillu hjá Liverpool, og skoraði við einum hørðum, fløtum skoti.
Í seinna hálvleiki javnaði Liverpool við brotssparki eftir at ungi álopsspælarin Michael Owen var rendur um koll í United-brotsteiginum. Robbie Fowler royndi seg móti Schmeichel, og hann skoraði ósvikaliga trygt.
Men tað gingu bert 10 minuttir, só fingu heimaáskoðararnir enn ein framman á. Hesaferð var tað David Beckham, sum legði United fram um 2-1 við einum framúr frísparki úr 18 metrum.
Bert fáar minuttir gjørdi Andy Cole tað til 3-1, eftir at eitt hornaspark varð longt mitt inn fyri málið.
Sigurin hjá United ger, at teir framvegis eru á odda í Premier League, og sannførandi sigurin á Anfield og annars spælið seinastu tíðina, ger teir til stórfavorittar til meistaraheitið aftur í ár