Hóast Liverpool í hálvleikinum sá út til at vinna sannførandi sigur á útivølli móti Sevilla í Spania, kiksaði tað hjá Liverpool í evstu løtu. Liverpool førdi nevniliga 3-0 í hálvleikinum av dystinum. Men við einum frálíkum seinna hálvleiki og einum málið í seinasta minuttinum av dystinum, eydnaðist tað Sevilla at venda hóttandi 3-0 tapinum til ein 3-3 javnleik.
Tí er framvegis stórur spenningur í bólkinum hjá Liverpool undan seinasta umfarinum, har Liverpool á heimavølli spælir ímóti Spartak Moskva, ið er trý stig aftanfyri Liverpool. Undanfarni dysturin millum tey bæði liðini endaði við javnleiki, og eydnast tað Spartak Moskva at vinna útidystin móti Liverpool, er tað innanhýsis millum liðini at tað fyrst og fremst telur. Tað verður roknað við at Sevilla fer at spæla seg víðari. Teir skulu í seinasta dystinum spæla móti Maribor á útivølli, ið er aftast í bólkinum.
Av øðrum dystum í kvøld var serliga merkisvert, at góða gongdin hjá Tottenham heldur fram í Champions League kappingini. Hóast Tottenham kom í ein krútsterkan bólk við millum annað Real Madrid og Borussia Dortmund, hevur Tottenham longu nú tryggja sær víðari luttøku í kappingini. Í kvøld vann Tottenham trupla útidystin móti Borussia Dortmund 2-1. Í tí bólkinum vann Real Madrid 6-0 sigur á útivølli móti Apoel Nicosia.
Eisini góða gongdin hjá Manchester City helt fram. Manchester City vann 1-0 á heimavølli móti Feyenoord, og tað er nógv ið talar fyri, at øll tey ensku liðini, sum í ár luttaka, fara at tryggja sær víðari luttøku úr kappingini. Eydnast tað, verður talan um met fyri enskan fótbólt, tí ongantíð áður hava fimm lið spælt seg víðari úr bólkaspælinum av Champions League kappingini.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur E:
Spartak Moskva – Maribor 1-1
Sevilla – Liverpool 3-3
Bólkur F:
Manchester City – Feyenoord 1-0
Napoli – Shaktar Donetsk 3-0
Bólkur G:
Besiktas – FC Porto 1-1
Monaco – RB Leipzig 1-4
Apoel – Real Madrid 0-6
Dortmund – Tottenham 1-2