Liverpool selur áleypara

Premier League: Liverpool tapti í gjár fyri Arsenal og selur í dag ungan áleypara

Liverpool tapti í gjár í Liga Cup móti Arsenal, sum vann upp á brotssparkskapping. Hetta er triðju ferð í hesum kappingarárinum, at Liverpool og Arsenal møtast. Arsenal vann stórsteypadystin eftir brotssparkskapping, og vann aftur í Liga Cup, meðan Liverpool vann í Premier League.

Í dag skriva bretskir miðlar, at Liverpool er í holt við at selja unga áleyparan, Rhian Brewster, til Sheffield United, sum eisini spælir í Premier League. Hann er 20 ára gamal og var í fjør útleigaður til Swansea í næstbestu deildini.

Liverpool hevur fingið tilgongd av Konstantinos Tsimikas, Thiago og Diogo Jota. Út eru farnir Adam Lallana og Dejan Lovren. Mett verður at ein ella tveir spælarar verða seldir afturat.